62 fólk lótu lív í flogvanlukku í dag

- Mínir tankar eru hjá familjum og vinum hjá teimum, sum lótu lív í vanlukkuni, sigur forsetin í Brasilia.

Eitt ferðafólkaflogfar við 62 fólkum umborð er í dag dottið niður við brasilska býin, Vinhedo.

 

Myndugleikarnir í býnum siga sambært lokalum tíðindamiðlum, at eingin yvirlivdi syrgiligu flogvanlukkuna.

 

Flogfarið datt niður í einum íbúðarøki, men eingin, sum var um hesar leiðir, tá vanlukkan hendi, læt lív.

 

Forsetin í Brasilia, Luiz Inácio Lula da Silva, sum var til eitt tiltak í brasilska býnum, Itajai, bað um tøgn í ein minutt til heiðurs fyri tey, sum lótu lív.

 

- Ógvuliga syrgilig tíðindi. Mínir tankar eru hjá familjum og vinum hjá teimum, sum lótu lív í vanlukkuni, skrivar forsetin á X, fyrrverandi Twitter.