75 ár síðani fólkaatkvøðuna um loysing

Í dag eru 75 ár liðin síðani føroysku fólkaatkvøðuna tann 14. september í 1946, tá ein meiriluti av Føroya fólki atkvøddi fyri loysing, men hálvtannað ár seinni fekk ta heimastýrisskipan, ið enn er galdandi.

Úrslitið av fólkaatkvøðuni var, at 48,7 prosent atkvøddu fyri loysing, meðan 47,2 prosent avkvøddu fyri danska stjórnaruppskotinum, ið minti um heimastýrisskipanina, og 478 atkvøður, ella góð fýra prosent, vóru ógildugar.

 

Tilsamans 11.624 av teimum 17.216 føroyingunum, sum høvdu valrætt tann 14. september í 1946, greiddu atkvøðu, so valluttøkan var 67,6 prosent.

 

Tað bleiv av fleiri tulkað sum ein sigur til loysingina, men so einfalt gjørdist tað ikki. Millum annað settu fleiri spurning við, at loysing og samband fingu nærum líka nógvar atkvøður, ein triðing í part, men tann seinast triðingurin var ikki á vali av ymsum orsøkum. Av tí íkom ein tulkingartrupulleiki um úrslitið. Hvør hevði nú vunnið?

 

Dagblaðið hevði 10. september eina grein, har róð var uppundir, at úrlitið av fólkaatkvøðuni skuldi brúkast vegleiðandi. Tvs, at úrslitið var ein vegleiðing, hvør átti samráðingarrættin eftir fólkaatkvøðuna, føroyingar ella danir.

 

Andrass Samuelsen sigur í Dimmalætting sama dag, at “Det Færøske folk bestemmer i Virkeligheden selv, om Statsforbindelsen med Danmark skal fortsættes eller afbrydes”.

 

Eftir at úrslitið var greitt, skrivar Thorstein Petersen í oddagreinini í Dagblaðnum 17. september, at nú hevði føroyska fólkið tikið eina “fastlagda avgerð um at Fyri Føroyingum ráða Føroyingar”.

 

Eftir valið finst Andrass Samuelsen at Thorsteini Petersen og Fólkaflokkinum í Dimmalætting, at teir nú vilja tulka úrslitið sum bindandi, meðan teir áðrenn hildu tað verða vegleiðandi. Sambandsflokkurin metir, at tað ov stór óvissa um úrslitið og dregur m.a. tey fram, sum ikki vórðu á val, sum verandi fyri sambandsuppskotinum, tí tey vórðu nøgd við núverandi støðu.

 

Vert er eisini at hava í huga, at Knud Kristensen, forsætismálaráðharri í Danmark, segði í stuttari viðmerking, at eftir hansara egnu meting hevði Føroyar valt loysing og tí máttu samráðingar nú fara í gongd.

 

Petur Mohr Dam tekur í Sosialinum 21. september orðini hjá Knud Kristensen til eftirtektar.

 

P. M. Dam mælir til, at føroyingar nú skipa seg sum ein sjálvstøðugan sosialistiskan stat, har landið yvirtekur produktiónsapparatið og øll onnur løg í samfelagnum, sum nú vórðu í vanda fyri at fella til spekulantar, ið ynsktu ein privatan stat.

 

Fólkatingið velur tó ikki at góðtaka úrslitið av fólkaatkvøðuni.

 

Thorstein Petersen segði í Løgtinginum, at úrslitið mátti tulkast sum, at Føroyar nú vórðu ein sjálvstøðug tjóð. Tá Thorstein Petersen las í gerðabókini úr Løgtinginum, at nú hevði Føroyar valt loysing, vildi Andrass Samuelsen ikki góðtaka tað. Tí mátti ein atkvøðugreiðsla til, fyri at gerðabókin kundi góðtakast. 12 atkvøddu fyri og 11 atkvøddu ímóti.

 

Merkisvert er, at Jákup í Jákupsstovu úr Javnaðarflokkinum, atkvøddi fyri, hóast flokkur hansara var ímóti. Jákup í Jákupsstovu bleiv koyrdur úr Javnaðarflokkinum fyri at ganga ímóti floksins støðu.

 

Fólkatingið tulkaði ikki úrslitið á sama hátt um Thorstein Petersen og loysingarfólkini. Fólkatingið metti, at úrslitið er so javnt, at í veruleikanum kann ein niðurstøða ikki gerast um úrslitið. Eisini vórðu so nógvir veljarar, ið ikki vórðu á val, at teir eisini kundu hava gjørt ein ítøkiligan mun, um teir møttu upp. Fólktingið metti tað ólógligt at skipa Føroyar sum eina sjálvstøðuga tjóð á hesum grundarlagið og metti tí, at nýval skuldi verða og samráðingar kundu so fara fram millum nývalda løgtingið og donsku stjórnina, um hvussu farast skuldi fram.

 

Endin var, eftir boðum frá stjórnini, at danski kongurin, Kristian X, sendi Løgtingið til hús, og val bleiv útskrivað til at verða í november 1946.

 

Tá tapti Fólkaflokkurin og loysingarrørslan valið. Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Sjávsstýrisflokkurin skipaðu samgongu, ið samráddi seg til eina heimastýrisskipan fyri Føroyar, ið kom í gildið í 1948.

 

 

 

Niðanfyri eru nøkur brot úr føroysku bløðunum eftir fólkaatkvøðuna 14. september í 1946:

 

 

 

Dagblaðið, 17. september1946.

 

Thorstein Petersen:

 

“Leygarkvøldið tann 14. september 1946 fingu føroyingar tey gleðisboðini, at Føroya fólk hevði broytt okkara ynski:

 

‘Fyri Føroyum skulu Føroyingar ráða’ til eina sterka fastlagda avgerð um at Fyri Føroyum ráða Føroyingar.

 

Sjálvandi fóru øll fløgg á stong sunnumorgunin, tann fyrsta dagin vit Føroyingar høvdu tikið við ræðinum í egnum landi (...) Vit mega nú ásanna, at arbeiðsdagurin er byrjaður, og vera ikki blindir fyri, at byrðirnar kunnu til tíðir verða tungar, men ganga vit hóliga fram og virka út frá tí, at tú ongantíð leggur størri byrðar á aðrar, enn tær tú ert til reiðar at ganga undir sjálvur, tá kunnu vit verða vísir í, at úrslitið vil verða gott”

 

Dimmalætting, 18. september 1946.

 

Lesarabræv – ókendir

“Suðuroyggin mótmælir – Borgarar í Suðuroy hava í dag soljóðandi resulitón:

 

Vit krevja, at Løgtingið kemur saman beinan vegin fyri at taka støðu til ta ólukku, sum nú hongur yvir okkum vegna ábyrgdaleysar politikkarans hazardspæl.

 

Vit krevja, at løgtingsmenninir, ið umboða okkum, ið eru fyri ríkisfelagsskap, fjarrita okkara loyalitet til ríkisstjóran.

 

Vit krevja, at Thorstein Petersen og Richard Long, sum hava ført okkum út í hetta óføri, upprætta tað aftur, sum teir hava forbrotið móti tí føroyska fólkinum.

 

Hetta mótmæli móti tí atkvøðu, sum nú er fallin, verður fjarritað til løgtingsformannin í Havn og til Radioavisen, Keypmannahavn”

 

Føroya Sosial Demokratur, 21. september 1946

 

Petur Mohr Dam: “Stjórnaruppskotið fall og státsministari Knud Kristensen heldur at skilnaður nú eigur at verða millum Danir og Føroyingar.

 

Nú brennur spurningurin: Kapitalisma ella socialisma?

 

Hvør einasti fiskimaður, hvør einasti arbeiðsmaður hevur nú eittans at svarið at geva: SOCIALISMA! Eitt socialistisk stjórnarlag má nú verða skrásett fyri hitt føroyska samfelagið – og tað uttan dvøl (...)

 

Landið má yvirtaka: tryggingarlagið, bankalagið, allar heilsølur, bæði viðvíkjandi inn- og útfluttningi (...)

 

Føroyingar verða hereftir eins fremmandir og rættsleysir í Danmark, sum teir hava verið og eru tað í øðrum londum”