Minningarhaldið í sambandi við, at tað eru 75 ár síðan, at annar veraldarbardagi endaði, og bretska hersetingin í Føroyum var av, er fyribils útsett.
Tað boðar løgmansskrivstovan frá í dag.
Orsøkin er, at tað verður ikki mett at vera ráðiligt at skipa fyri hátíðarhaldum og øðrum, meðan koronasmittan framvegis er í umfer.
Eftir ætlan skuldi landsstýrið í samstarvi við Tórshavnar kommunu skipa fyri stórum minningarhaldi í Havn tann 8. mei við luttøku frá bretska sendiharranum í Keypmannahavn og bretskum ráðharra. Ætlanin var eisini at vitja onnur støð í Føroyum, sum høvdu stóran týdning undir krígnum. Somuleiðis var ætlanin, at fleiri tiltøk skuldu verða dagarnar kring tann 8. mei í Havn og aðrastaðni.
Løgmansskrivstovan sigur kortini, at um umstøðurnar loyva, verður minningarhaldið hildið seinni í ár.
Bretska hersetingin í Føroyum, kallað Operation Valentine, vardi frá 12. apríl 1940 til 16. mai 1945, og stundum vóru um 8000 bretskir hermenn í landinum.
Friðurin í Evropa varð lýstur 8. mai 1945 og í øllum heiminum á heysti 1945.