76 ár síðani fyrsta val í Dali

Upp á dags dato eru í dag liðin 76 ár síðani val fyrstu ferð varð hildið í Dali ? hin 19. januar 1932 Dalbingar hava havt langan veg til valstøðini. Fram til umleið ár 1900 máttu teir allan tann langa veg til Sands fyri at greiða sínar atkvøður, og tí gjørdist tað ein stórur bati, tá valstaðið eftir hetta bleiv flutt til Húsavíkar.

Men til løgtingsvalið 19. januar 1932 varð valstaðið fyri dalbingar á fyrsta sinni í heimbygdini. Og har hevur tað verið síðani.

Eg var ikki greiður um hetta fyrr enn í gjárkvøldið, tá eg sat og læs í valbókini. Og tað er bara stuttligt, at valið í ár júst skuldi falla á ársdagin fyri syrsta valinum í Dali, sigur Anfinn Johannesen, formaður í valstýrinum fyri Dal.

Annars hevur valluttøkan har suðuri verið góð. Tá Portalurin vitjaði um 15.30-tíðina høvdu 24 av teimum 38 við valrætti í Dali verið og greitt atkvøðu, fýra teirra við brævi.

Í Dali meta tey annars, at Sandoyartunnilin ger mun hesaferð, men at valluttøkan altíð er høg í Dali. Hinvegin halda tey í valstýrinum ikki, at tað ger nakran mun, at valdagurin fall á ein leygardag.

Í valstýrinum sita frá vinstru Helga Poulsen, Jóannes Johannesen, Sjúrður Nolsøe og Anfinn Johannesen, sum er formaður í valstýrinum.