80 ár til fyrsta sigurin

Ikki fyrr enn 80 ár eftir at føroyingar fyrstu ferð spældu fótbólt ímóti íslendingum, eydnaðist tað í gjár at vinna á Íslandi, sum hevur verið omaná hvørja ferð – burtursæð frá í 1984, tá tað í Gundadali endaði við málleysum javnleiki

FÓTBÓLTUR

 

Á so mangan hátt var tað merkisvert og áhugavert, at tað í gjár endiliga eydnaðist føroyska fótbóltslandsliðnum at basa íslendingum. Fyrsta grannauppgerðin var longu í 1930, og tað vil siga, at tað tók 79 ár, áðrenn tað eydnaðist at vinna fyrsta fótbóltslandsdystin ímóti Íslandi.

Besta úrslitið undan søta sigrinum í gjár var í 1984. Undir leiðslu av Jógvani Norðbúð, sála, eydnaðist tað ta ferðina at røkka málleysum javnleiki í Gundadali.

Sigurin í gjár varð vunnin í 10. altjóða skrásetta landsdystinum ímóti íslendingum, síðani Føroyar í 1988 gjørdust partur av altjóða fótbóltsfamiljuni, eftir at limaskapurin í FIFA var vorðin veruleiki.

Síðani tá hevur tað onkra ferðina verið tætt við. Eitt nú tá ið danski HM-dómarin, Peter Mikkelsen, eitt góðveðurskvøld fyrst í august í 1990 – ein stóran mánað undan tiltikna sigrinum á Eysturríki í Landskrona – stutt undan leikloki bríkslaði fyri brotssparki til Ísland, sum skoraði og vann 3-2. Og ikki at gloyma, tá ið Føroyar í NM-kappingini niðri á La Manga í 2000 vóru dyggiliga omaná, men kortini taptu 3-2.

Íslendingar bjóðaðu í 1972 fyrstu ferð føroyingum av við teirra a-landsliði, og frá og við tí dystinum hava Føroyar og íslendska a-landsliðið spælt 22 ferðir. Umframt ímóti Íslandi, spældu føroyingar í nógv ár bara landsdystir ímóti Hetlandi og Orknoyggjunum, men nú er langt síðani, at tað var áhugavert fyri føroyingar.

 

Fyrstu royndirnar

Í broti úr Føroya Ítróttarsøgu veit Árni Dahl at siga, at føroyingar longu í 1929 vóru í Íslandi og spældu fótbólt. Føroyska liðið, sum hevði manning úr Klaksvík, Havn, av Tvøroyri og úr Vági, spældi tveir dystir, men hvørgin var landsdystur, men ímóti Vali (4-1) og KR (5-1).

Árið eftir var fyrsti landsdysturin millum Ísland og Føroyar spældur í Gundadali sjálvan ólavsøkudag. Tað gekk javnt á, men íslendingar, sum vóru sagdir at duga betur at spæla saman, vunnu 1-0.

Ætlanir vóru um, at Føroyar skjótt eftir hesa vitjanina skuldu fara til Íslands at spæla, men hetta kom ongantíð í lag, og ikki fyrrenn í 1959 varð landsliðssamstarv aftur fingið í lag við íslendingar. Sammett við í 1930, hevði føroyskur fótbóltur verið fyri nógvum broytingum. Nú var fótbólturin skipaður undir ÍSF, sum sá dagsins ljós í 1939, og síðani 1942 – við undantaki av 1944 – var skipað fyri landskapping í Føroyum.

Fyrstu árini spældu íslendingar við b-landsliðnum ímóti Føroyum. Fyrsti dysturin var í 1959, og aftur varð spælt ólavsøkudag. Íslendingar vunnu 5-2, og tað varð hildið ikki at vera so galið úrslit, tí íslendingar søgdust at vera fremri í fótbólti, enn teir nakrantíð áður høvdu verið.

Fyrsta føroyska landsliðsvitjanin í Íslandi í 1962 er úrslitaliga daprasti kapitul í føroyskari fótbóltslandsliðssøgu. Ísland vann 10-0 eftir hálvleiksstøðuna 8-0. Íslendingar troystaðu føroyingar við, at fleiri a-liðsspælarar vóru uppií, og at teir gjørdu flestu málini!

 

Óðamannaverk

Í føroyskum bløðum varð tað hildið vera óðamannaverk, at Føroyar vóru farnar upp ímóti Íslandi B. Grundgevingarnar siga, at nógv vatn er runnið í føroysku fótbóltsánna síðani tá:

»Íslendingar hava væl útbúnar venjarar, lærdir í útlondum, og inn ímillum eisini beinleiðis útlendskar venjarar. Føroyska liðið møtti við manning, sum heldur væl og dúgliga á, men dugir ikki samanspæl afturímóti. Harafturat er kortini eisini vert at leggja, at føroyingar ikki eru vanir at leika á grasvølli, teir detta illa og duga ikki væl at rokna út, hvussu bólturin fer á hesum slagi av vølli,« varð sagt í Dimmalætting.

Tá ið Føroyar í 1967 vitjaðu í Reykjavík, segðist íslendska liðið vera serliga væl mannað. Tí var tað púra óvæntað, at Føroyar løgdu seg framum við máli, sum John Sigurd Joensen úr KÍ skoraði. Ísland vann 2-1, og tað varð roknað sum framúr hjá Føroyum ímóti íslendska b-liðnum. Avrikið og úrslitið vórðu mett at vera tað besta, sum Føroyar nakrantíð høvdu víst í fótbólti.

Í 1968 varð síðsti dysturin ímóti íslendska b-liðnum. Í Gundadali megnaði føroyska liðið at halda tætt í fyrra hálvleiki, men so kom munurin í styrki og úthaldni til sjóndar, og íslendingar vunnu 3-0.

 

Íslendingar við besta liðnum

Í 1972 royndu føroyingar seg fyri fyrstu ferð ímóti íslendska a-landsliðnum. Úrslitið yviri í Reykjavík var 3-0, og tá vóru føroyingar so óhepnir, at teir longu í 10. minutti gjørdu sjálvmál.

Árið eftir vitjaði besta íslendska liðið í Føroyum. Hetta var fyrstu ferð, at landsdystur var spældur í Klaksvík. Íslendingar vunnu 4-0, og tað varð hildið at vera ov stórur sigur.

Í 1974 vitjaði Ísland í Gundadali. Alt bendi á trivaligan sigur til gestirnar, sum vóru á odda við tveimum málum eftir fyrra hálvleik, og sum øktu um leiðsluna, áðrenn Føroyar síðstu løtuna svaraðu aftur, og miðvallarin Sverri Jacobsen skoraði tvey meistarlig mál.

Árið eftir hilnaðist avbera illa á Laugardalsvøllinum. Íslendingar vunnu 6-0, og tað minti ikki sørt um skrædlið í 1962. At føroyskur landsliðsfótbóltur var í aldudali, varð undirstrikað næstu árini. Ísland vitjaði í Gundadali í 1976 og fór avstað við 6-1 sigri, og so var púra øskukalt í føroyskum landsliðsfótbólti fram til eftir at Fótbóltssamband Føroya varð stovnað í 1979.

 

Settu sær hægri mál

Síðani FSF var stovnað, hava landsdystir verið spældir á hvørjum ári, tó við undantaki av 1986. Í 80-unum vórðu undan FIFA-limaskapinum í 1988 spældir átta landsdystir ímóti Íslandi, og fyrireikingarnar og úrslitini vóru misjøvn.

Størsta skrædlið var í Keflavík 10. juli 1985, tá ið okkara í regni høvdu trupulleikar at standa á beinunum og løgdu rygg til eyðmýkjandi 9-0 tap. Tveir dagar seinni var liðið umskipað undan uppgerðini í Akranesi, og tað var roknað sum stór uppreisn, at tað eydnaðist at avmarka tapið til 1-0. Íslendingar søgdust einar 40 ferðir at renna seg í hegnisliga settu rangstøðufelluna!

Og sum nevnt, var besta úrslitið í 1984, tá ið Jógvan Norðbúð var landsliðsvenjari. Hann hevði sjálvur – í 1975 og 1976 – sum høgri vongverji verið við til at tapta ímóti íslendingum. Í 1984 royndu Jógvan og hansara menn at fyrireika seg væl, og tað eydnaðist teimum at tryggja Føroyum fyrsta javnleikin nakrantíð ímóti Íslandi. Úrslitið í Gundadali, har tað framvegis varð spælt á eyri og sandi, var 0-0.

24. august í 1988 vóru Páll Guðlaugsson og hansara menn fyri fyrstu ferð eftir FIFA-limaskapin í Akranesi og spældu. Ísland vann 1-0, og tað varð roknað sum sera gott føroyskt úrslit.

Síðani tá hevur tað fleiri ferðir verið tætt við, men tað eydnaðist ongantíð at røkka javnleikinum, sum droymt varð um. Í gjár eydnaðist tað – 70 ár eftir fyrstu fótbóltsvitjanina í Íslandi – at vinna fyrsta sigurin á grannunum fyri vestan. Tað var eitt bragd, og vit mugu staðfesta, at tolin trívst!