800 metrar inni í Háfjalli

Knappar 800 metrar inni í Háfjalli verður borað dúgliga, og trygdin er í hásætinum, meðan arbeiðsliðið hjá Føroya Konsortium arbeiðir við at knýta Klaksvík fasta við restina av meginlandinum

Inni í Háfjalli:
Uppi við Borðoyavík heldur Føroya Konsortium til, meðan arbeiðið upp á norðoyatunnilin fer fram. Inni í einum av skúrunum standa arbeiðsformaðurin Kári Johansen og verkætlanarleiðarin, Svein Christiansen. Teir geva sær góðar stundir til prát og eru sera fyrikomandi. Teir bjóða eisini ein túr inn í tunnilin at hyggja at arbeiðinum.
Nær spreingja tit aftur?
? Um smáar fimm minuttir, sigur Svein skemtandi, meðan hann koyrir spakuliga inn í tunnilin, sum fer at kollvelta alt samband millum Klaksvík og meginlandið.
Teir greiða frá, at teir spreingja í meðal tvær og eina hálva ferð um samdøgurið.
Knappar 800 metrar inni í fjallinum stendur ein stór maskina og borar lítil hol í tunnilsveggin. Borað verður einar 38 metrar inn fyri at vita, um vatn liggur í møguligum rivum í tunnilsvegginum. Nógv vatn verður nýtt til at køla borarnar niður, meðan borað verður. Ein maður situr í maskinuni og stýrir borunum. Vatnið rennur niður eftir vegginum og stórir hyljar eru at síggja á vegnum. Alt hetta vatnið verður tó pumpað út úr tunlinum og oman í bátahylin.

Vánaligur vegur
Tað kennist næstan sum at ganga úti í einum grovum regnæli, hóast ein er staddur so langt inni í einum fjalli. Tað dryppar undan loftinum allastaðni. Men kortini, siga menn, at tað er ikki nógv vatn í Norðoyatunlinum, Borðoyarmegin.
Vegurin er í ófantaligum standi, so meðan ein stendur og eygleiðir arbeiðið, kann tað vera torført at ímynda sær, at um tvey ár ella kanska minni, fer øll ferðsla úr norðoyggjum til meginlandið at ganga ígjøgnum tunnilin. Men vegurin verður ikki í so ringum standi longi afturat. Nú eru teir komnir so mikið áleiðis við tunlinum, at teir skjótt fara at byrja at asfaltera koyribreytina inni í tunlinum.
? Tað verður betur fyri bilarnar, og alt fer at ganga smidligari, ongin ivi um tað, sigur Kári Johansen, arbeiðsformaður.
Gangurin inni í tunlinum er øgiligur, og lukturin av eyri, moldi og maskinum setur seg í nasaborarnar. Menn mugu standa og mest sum rópa inn í oyruni á hvørjum øðrum. Teir hava allir sjálvandi oyravernd.
Teir eru komnir umleið 20 metrar undir havyvirflatuna, men enn vanta einir 1.300 metrar í, áðrenn teir eru komnir út undan fjallinum og í sjálvan havbotnin.

Skiftið millum fláir
Arbeiðsfólkið má av sonnum sigast at vera á veg út úr Klaksvík nú. Teir eru júst lidnir at bora niður í gjøgnum Klaksvíkslindina, sum tað verður kallað.
Tilfarið úr Klaksvíkslindini var ómetaliga gott, men tað sum nú liggur fyri framman er minni gott.
Skiftið millum Klaksvíkslindina og næstu fláina sæst týðuliga á vegginum, har hendan stóran maskinan áhaldandi heldur fram við at bora. Næstan knívskorin linja skilir tað ljósa og harða grótið í Klaksvíkslindini frá tí heldur reydligara og eyruta tilfarinum, sum kemur úr tí næstu fláini.
? Hetta tilfarið fáa vit tíverri ikki nýtt til so nógv, sigur arbeiðsformaðurin, Kári Johansen. Men hann letur samstundis væl at arbeiðsgongdini.
? Vit eru eina til tvær vikur framman fyri tíðarætlanini, so ikki kann annað sigast enn, at tað gongur framúr væl við arbeiðinum, sigur hann.
Forsøgnir verða javnan gjørdar, roknaðar út frá umleið fýra vikum. Tann seinasta sigur, at fast verður millum Borðoynna og Eysturoynna fyrstu vikuna í mai komandi ár.

Fjallið gevur seg
Verkætlanarleiðarin Svein Christiansen greiðir sera hegnisliga frá gongdini, og hvussu arbeiðið fer fram.
Tá so og so nógvir metrar eru boraðir, fara nakrir menn aftaná og gera eina eftirtrygging av lofti og veggum í tunlinum. Hetta verður gjørt við bæði boltum og sproytubetongi.
? Vit hava nýtt munandi meiri sproytubetong í norðoyatunlinum, enn vit gjørdu í Vágatunlinum, sigur hann.
Hann greiðir frá, at tað kemst av, at tað liggur eitt fjall, sum er meira enn 600 metrar høgt uppi yvir teimum, og nú eru teir komnir einar 20 metrar undir havyvirflatuna.
Svein sigur eisini, at tað kemur meira enn fyri seg, at teir hoyra, hvussu fjallið gevur seg uppi yvir teimum, men hann leggur dent á, at tað er púra náttúrligt og eigur at vera so.
? Tað er tí, vit tryggja loftið, og hatta hava vit so mangan upplívað, tá vit hava gjørt tunlar í Noregi tildømis, greiðir hann frá.

Óvist við dagfesting
Í sáttmálanum millum PF Norðoyatunnilin og Føroya Konsortium stendur, at tunnilin skal verða klárur at taka í nýtslu tann 1. august 2006.
Fyri fyrst heldur Svein Christiansen seg til tað. Men so sigur hann, at tað helst fara at koma nærri og nágreiniligari boð um, nær tunnilin kann lata upp, móti vári.
? So longi, sum vit bora, er ikki lætt at spáa nakað, tí tað er jú her, at vit kunnu koma út fyri teimum mest óvæntaðu viðuskiftunum, sum kunnu seinka arbeiðinum, greiðir hann frá. Enn er tó onki óvæntað hent teimum.
Røddir hava verið frammi um, at tunnilin allarhelst fer at lata upp longu um ársskiftið 2005/06. Hesum vísir Svein ikki fullkomuliga aftur, men hann leggur dent á, at so skal alt ganga sum smurt allatíðina.
? Málið hjá okkum er sjálvandi at verða liðug so nógv fyrr sum møguligt, og vit vóna eisini, at tað kann fara at verða nakrar mánaðir fyrr, men heilt fram til ársskiftið, tað veit eg nú ikki, sigur Svein og yppir øksl.
Hann leggur afturat, at tað eisini er týdningarmikið at vera tíðliga úti við einum boði uppá, nær væntast kann, at tunnilin verður liðugur, tí har eru jú viðurskifti at taka fyrilit fyri. Sum til dømis Strandferðslan, sum jú skal fremja nakrar broytingar, tá Dúgvan ikki longur siglir um Leirvíksfjørð.
? Men áðrenn spreingingin er liðug, verður onki alment dato sett á, siga teir báðir Kári og Svein.
Ein fyrimunur, sum er við arbeiðinum í norðoyatunlinum fram um vágatunnilin er, at nógv arbeiðið verður gjørt samstundis, sum boringin fer fram. Hetta fera at spara teimum nógva tíð í seinna endanum.
Samtakið hevur fingið somu tíð at gera norðoyatunnilin sum vágatunnilin. Og hann var jú liðugur langt áðrenn, spátt varð. Men so skal samstundis havast í huga, at hesin tunnilin er munandi longri enn vágatunnilin.

Út aftur í ljósið
Ferðin inn í tunnilin at eygleiða arbeiðið er komin at enda, og eftir ein líka rumblutan túr út aftur úr tunlinum, standa vit aftur úti í ljósinum og ikki minst friðinum.
Uttan fyri tunnilin koyra lastbilar aftur og fram eftir vegnum út til bátahylin, har stóra økið, har grótið verður knúst, liggur. Men tað er lítið afturímóti ganginum inni í tunlinum, so tað gevur ein sær næstan ikki far um.
Millum lastbilarnar sást eisini onkur persónbilur, sum er farin at forvitnast.
Spurdir um teir merkja nógv til forvitin fólk, nikka báðir smílandi.
? Ja, fólk eru øgiliga forvitin og spent, haldi eg. Men tað er sum so ikki nakar trupulleiki av teimum, sigur Kári.

Vegagerð
Eitt er tunnilin sjálvur, sum skal gerast, men so eru tað vegirnir og annað, sum eisini skal gerast.
Vegurin frá tunnilsmunnanum skal broytast. Hann varð gjørdur, sum hann er, tí tá vóru ognarviðurskiftini millum PF Norðoyatunnilin og eigararnar ikki avgreidd. Men tað eru tey í dag, so skjótt verður vegurin gjørdur, sum hann skal verða.
So er tað vegurin, sum í dag gongur út í bátahylin. Hann dettur burtur og ístaðin er ein nýggjur vegur í gerð, sum kemur at liggja niðri undir sjálvum landsvegnum.
Vegurin tvørtur um Gerðabø er asfalteraður, men enn restar tann seinasti meturin í. Hetta er ikki uppgávan hjá Føroya Konsortium at taka sær av, sum skilst, men hjá Landsverki. Rundkoyringin kemur so at liggja beint við verkstaðið hjá Føroya Konsortium, og endar uppgávan hjá teimum somuleiðis har. So er tað upp til kommununa at gera vegin fram við tekniska skúla og studio Pegasus.
Inni í tunlinum verður framhaldandi arbeitt við at gera klárt til at løða, og seinni verður so aftur sprongt. Tá eru teir so komnir einar fimm metrar longur inn í Háfjall.