Tað hevur verið ógvuliga nógv virksemi á Skálafjørðinum í ár. Tað sæst aftur í skattainntøkunum hjá kommununum kring fjørðin. Samantalt hava tær tríggjar kommunurnar - Nes, Runavíkar og Sjóvar kommunur - higartil í ár vunnið stívliga 8,2 milliónir krónur meiri í kommunuskatti, enn tær vunnu ellivu teir fyrstu mánaðirnar í fjør.
Lutfalsliga er vøksturin størstur í Sjóvar kommunu, har skatturin higartil í ár er 10,81 prosent hægri, enn hann var tað fyrstu elllivu mánaðirnar í fjør. Tað svarar til 2.512.691 krónur fleiri í kommunukassan. Samlaða skattainntøkan á Strondum og hinum bygdunum í kommununi er higartil í ár 25.754.473 krónur.
Bygdirnar í Sjóvar kommunu eru Innan Glyvur,Strendur, Kolbeinagjógv, Morskranes og Selatrað.
Í krónum er vøksturin størstur í Runavíkar kommunu, har skatturin higartil í ár er 4.633.624 krónur fleiri enn hann var tað fyrstu ellivu mánaðirnar í fjør. Tað svarar til 4,48 prosent. Samlaða skattainntøkan í teimum fimtan bygdunum í Runavíkar kommunu er higartil í ár 107.972.117 krónur.
Bygdirnar í Runavíkar kommunu eru Æðuvík, Rituvík, Runavík, Saltangará, Glyvrar, Lambareiði, Lamba, Søldarfjørður, Skipanes, Skála, Skálafjørður, Oyndarfjørður, Funningsfjørður, Elduvík, og Funningur.
Í Nes kommunu er vøksturin í skattainntøkunum fyrstu ellivu mánaðirnar í ár 1.055.643 krónur ella 3,49 prosent. Skattainntøkan á Toftum, Nesi og í Saltnesi er higartil í ár 31.324.330 krónur.