855 børn farin á dagstovn: Skulu vaska hendur annað hvønn tíma

– Tað er óforsvarligt ikki at herða eftirlitið av ferðandi, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn

Samfelagið fer nú aftur í gongd, og tað fer Tórshavnar kommuna eisini.

Dagstovnarnar í Tórshavnar kommunu eru latnir upp í dag aftaná at hava verið stongdir í eina tíð. 855 børn av 2.000 børnum í kommununi eru farin í dagstovn, og hetta svarar til umleið 40 prosent av børnunum. 

Hesum boðaði borgarstjórin í Havn, Annika Olsen, frá á tíðindafundi fyri lítlari løtu síðani.

– Í dag hava vit latið 855 børn farið aftur á dagstovn. Hetta er ein stór ábyrgd at leggja á leiðslurnar, starvsfólkini, foreldrini og kommununa, segði Annika Olsen. 

– Tað merkir, tað er ein stórur tørvur hjá foreldrum at fáa børnini passað, so tey sleppa aftur til arbeiðis, sigur hon um stóra talið av børnum, sum nú aftur eru farin í stovn.

– At talið ikki er hægri enn 40 prosent í miðal, ger tað møguligt at loysa uppgávuna.

Men tað verður ein broyttur gerandisdagur í dagstovnunum hjá børnunum. Tí børnini og starvsfólkini kunnu ikki sleppa undan fysiskum sambandi og harvið fulkomiliga fyribyrgja smittuvanda. Og vegleðingin, sum dagstovnarnir hava fingið, sigur, at tað ikki er møguligt at sleppa undan fysiskum sambandi millum barn og starvsfólk.

Tað verður skipað fyri sokallaðum barnabólkum, soleiðis at nøkur ávís børn eru saman í senn. Hesir bólkar skulu vera teir somu í frítíðini.

Eisini verður tað soleiðis, at børnini skulu helst vera uttandura so nógv sum møguligt.

– Børn eru vanlig í býarmyndini, men kanska tey vera upp aftur sjónligari nú. Tí er at ansa eftir teimum í ferðsluni, varð sagt.

Dentur verður lagdur á reinføri. Bæði børn og vaksin skulu vaska hendur annað hvønn tíma. Starvsfólk hava fingið økt krøv til reinføri, eitt nú tá tey fara millum stovur ella hava hjálpt børnum á vesi. Borð og vesi skulu vaskast, og leikur skulu eisini vaskast fleiri ferðir um dagin.

Tey eldru skulu verjast

Borgarstjórin legði dent á, at tað hevur serliga stóran týdning at verja tey eldru í kommununi. Kommunufelagið hevur sent fráboðan um, at tilmælni á eldraøkinum standa til til 8. mai. Hesum tekur býráðið undir við.

– Tað er týdnignarmikið at verja tey eldru fyri smittu, segði hon og vísti á, at hon skilir væl, at tað er trupult hjá familju at vera avskorin, og í sama sambandi takkaði hon fyri, at borgarar eru skiljandi.

– Tað er ein orsøk til, at vit framhaldandi vilja verja okkara eldru borgarar. Tað hevur enn størri týdning nú landið letur upp. Vit síggja ikki avleiðingarnar av tí, sum verður gjørt nú fyrr enn um einar 14 dagar, segði Annika Olsen.

##med2##

– Óforsvarligt ikki at herða eftirlitið

Hon heitir tí á landsins myndugleikar um at herða krøvini fyri ferðandi, sum koma til landið, soleiðis at vit best møguligt kunnu fyribyrgja smittuspjaðing.

– Tí skal mín innaliga áheitan á landsins mynudgleikarnar vera at herða eftirlitið av ferðandi. Alt annað er óforsvarligt, segði hon. 

Hon heitti eisini á landsins myndugleikar um at tryggja, at geva forboð til øll ferðamannaskip, sum koma til landið í ár, so greiðar reglur vera fyri øll.

72 ferðamannaskip skuldu leggja at í Tórshavnar kommunu í ár. Fyrsta skip skuldi koma 16. mars, næsta 18. mai, og hesi eru bæði avlýst.