9. árið á rað mótstøðuliðið hjá Víkingi kappast í Evropa

FC Europa hevur staðið seg heiðurliga í Evropa í heimadystunum

Tað verður eitt bland av gibraltariskum og sponskum leikarum, ið Víkingur fer at møta 7. og 14. juli, tá FC Europa úr Gibraltar verður mótstøðuliðið í fyrsta undanumfarinum í Europa Conference League.

 

Seinastu dystirnar í evropeiskum fótbólti hjá FC Europa hava verið heiðurlig tap fyri Zalgiris úr Litava og Djurgården úr Svøríki. FC Europa hevur tikið lut í evropeiskum kappingum níggju ár á rað, og serliga á heimavølli í øllum hitanum í Gibraltar hevur tað gingið væl hjá teimum.

 

FC Europa hevur bert vunnið meistaraskapið í Gibraltar á einum sinni. Tað var kappingarárið 2016-2017. Teir hava tó vunnið steypakappingina átta ferðir, seinast í 2019. 

 

Víkingur hevur ikki spælt evropeiskan dyst síðani summarið 2018, tá teir taptu 1-2 og 1-3 fyri HJK Helsinki úr Finnlandi.

 

Her eru yvirlitini hjá Wikipedia yvir evropeisku dystirnar hjá FC Europa og hjá Víkingi. Tølini vísa, at Víkingur hevur oftari vunnið seg víðari enn FC Europa hevur í teimum evropeisku kappingunum fyri felagslið.

 

##med2##

 

##med3##