90 bilar til Drive-In Church í Leirvík

- Í staðin fyri lógvabrestir, hoyrdist floyt frá bilum, verður sagt á Facebook-síðuni hjá Eysturkommunu.

 

Á Facebook-síðuni hjá Eysturkommunu vita tey í kvøld at siga, at einir 90 bilar hava verið uppi við fótbóltsvøllin í Leirvík til Drive-In Church í kvøld.

- Í staðin fyri lógvabrestir, hoyrdist floyt frá bilum, tá Heðin Askham framførdi, verður sagt á Facebook-síðuni, haðani viðheftu myndir eru.

Tað eru Leirvíkar Missiónshús og KFUM & K Klaksvík, sum skipa fyri. Tiltakið er eisini sent beinleiðis á Lindini.

##med2##

##med3##