Stutt eftir middag koyrdi ein 90 ára gamal maður í eitt stórt hol í vegnum á veg til Signabø. Vegarbeiðið var ikki frámerkt, og einki fólk var til arbeiðis tá hetta hendi Ein lítil broyt stóð við vegjaðaran, og nakað av skervi er skumpað niðan í bøðin omanfyri vegin, soleiðs at bilar sleppa framvið.
Vanliga arbeiða menn har, men tá teir eru farnir til døgverða, hava teir sett maskinuna í vegjaðaran. Tó var einki skelti sett upp nærhendis vegarbeiðinum, soleiðs at fólk vóru ávaraði um hetta, og tískil endaði hesin 90 ára gamli maðurin, óvitandi um at nakað arbeiði var í gongd har, mitt í holinum.
Har hevði hann staðið í nakað yvir ein tíma, inntil ein bilur frá Brandstøðini í Havn, kom á staðið og fekk hálað hann úr aftur.
Stutt eftir at maðurin hevði koyrt seg niður í holið, kom fólk av tilvild á staðið, og sá mannin í bilinum standa hjálparsleysan mitt á vegnum.
Tað er fyritøkan J&K Petersen, ið stendur fyri vegarbeiðinum.