A-landsliðið bara á Tórsvølli

Svangaskarð verður neyvan karmur um A-landsdystir í framtíðini, men FSF hevur framvegis sáttmála við toftamenn

Fótbóltur

 

Føroyska A-landsliðið hevur tríggjar undankappingardystir á heimavølli komandi kappingarár.

Felags fyri dystirnar móti Serbia, Fraklandi og Litava er, at teir allir verða spældir á Tórsvølli.

Og tað er nógv, sum bendir á, at dysturin hjá Føroyum móti Ukraina tann 24. mars verður seinasti A-landsdysturin, sum Føroyar hava spælt á Svangaskarði. Í øllum førum undir opnum himmali.

- Vit hava gjørt avtalu við Tórsvøll um, at vit spæla allar undankappingardystirnar hjá A-landsliðnum í Havn komandi árið. Hinvegin hava vit framvegis sáttmála við Svangaskarð, og tað koma vit eisini framvegis at hava, sigur Høgni í Stórustovu, FSF-forseti.

Hinvegin er eingin ivi um, at FSF hevur tørv á í minsta lagi tveimum vøllum. U-landsdystirnir eru nógvir í tali, og einsamallur megnar Tórsvøllur ikki at lyfta bæði venjingar og dystir hjá hjá yngru liðunum.

Samstundis hevur starvsnevndin hjá FSF játtað Svangaskarði sín stuðu í arbeiðinum at gera fótbóltshøll á Toftum, og so er spurningurin, um næsti A-landsdysturin á Svangaskarði verður undir taki.