A-landsliðsúttøka verður mánadagin

Mánadagin fer Lars Olsen at hava tíðindafund í FSF-húsinum, har hann fer at kunngera hópin til dystirnar móti Aserbadjan og Kosovo.

Komandi mánadag fer Lars Olsen, A-landsliðsvenjari hjá monnum, at hava tíðindafund í FSF-húsinum, har hann fer at kunngera hópin til dystirnar móti Aserbadjan og Kosovo.

 

Um smáar tvær vikur, hósdagin 11. oktober klokkan 19.45, skal A-landsliðið við monnum í eldin aftur, tá heimadystur í UEFA Nations League móti Aserbadjan er á skránni.

 

Eftir tvey umfør er Aserbadjan nummar 3 í bólkinum við tveimum stigum, sum eru komin eftir málleysan javnleik á heimavølli móti Kosovo, og 1-1 á útivølli móti Malta.

 

Tríggjar dagar seinni, sunnudagin 14. oktober klokkan 17, verður Tórsvøllur aftur karmur um A-landsdyst, tá oddaliðið í bólkinum, Kosovo kemur á vitjan.

 

Í hesum sambandi verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum mánadagin 1. oktober klokkan 10. Á tíðinfundinum fer Lars Olsen, A-landsliðsvenjari,at kunngera føroyska hópin til dystirnar móti Aserbadjan og Kosovo.

 

Tað sigur Fótbóltssamband Føroya í tíðindaskrivi í kvøld.