Tað eru serliga flutningsuppgávur fyri amerikanska herin og herflotan, sum hava givið danska reiðarínum væl í kassan, skrivar Berlingske Nyhedsmagasin. Síðani 2000 hevur reiðaríið fingið 17 mia. krónur úr amerikanska ríkiskassanum, og higartil í ár er inntøkan av hesari siglingini 1,6 mia. krónur.
Í krígstíð brúkar amerikanska hervaldið eitt ótal av undirveitarum, men sambært Berlingske Nyhedsmagasin eru tað bara tveir undirveitarar, sum hava fingið meiri burtur úr amerikonsku krígsførsluni í Afghanistan og Irak enn A.P. Møller - Mærsk.
Serfrøðingar, sum blaðið hevur tosað við, halda, at tann dyggi stuðulin, sum USA og Bretland hava fingið frá donsku stjórnini í sambandi við kríggið í Irak, er komin A.P. Møller - Mærsk til góðar.