Á Skála sólaðu tey sær í mjørkanum

AB legði rygg til skrædl ímóti skálamonnum, sum tað nú kennist munandi lættari hjá at fara í summarfrí og síðani at fyrireika seg at fara á ólavsøku

Uros Stojanov var tvífaldur málskjútti, og Steinbjørn Olsen var fyrstu ferð málskjútti, síðani hann flutti á Skála at spæla fótbólt

Tað hevur verið vónbrot omaná vónbrot hjá Skála. Fleiri ferðir hevur tað verið tætt við, men so er tað koppað mótstøðuliðnum til fyrimunar.

 

Í kvøld gekk alt upp í eina hægri eind hjá Skála. AB var á vitjan í mjørkanum undir Mýruhjalla, og argjamenn noyddust suður aftur við stórtapi í viðførinum. Úrslitið varð 5-0 til heimaliðið eftir 2-0 í fyrra hálvleiki. Eftir fáum døgum hevur AB tapt tilsaman 8-0 ímóti teimum báðum niðastu á støðutalvuni, og tað eigur at kennast ikki serliga hugaligt at fara í summarfrí í nakrar dagar fyri síðani at fyrireika seg til ólavsøkudystin ímóti EB/Streymi.

 

Ólavsøkudag fara skálamenn suður í høvuðsstaðin. Tá skulu Uros Stojanov og hinir á Skála spæla ímóti B36. Í árstalsfelagnum lá tað einki fyri við málskjótingini hjá Uros tað árið, hann var í Gundadali.

 

Í kvøld var Uros í hopla í mjørkanum undir Mýruhjalla. Hann skoraði tvey mál, og hann legði upp til eitt mál. Og tá ið Steinbjørn Olsen tíggju minuttir eftir steðgin stútaði fínt til 3-0 – hetta var fyrsta málið hjá honum í skálatroyggjuni – var spurningurin bara, hvussu stórur heimasigurin fór at verða.

 

Tað sást frá fyrsta bríksli, at heimaliðið hevði øgiliga góðan hugburð, og at viljin var stórur at vinna ársins fyrsta sigur. Poul Kallsberg setti hol á, tá ið 10 minuttir vóru farnir. Uros Stojanov átti eftir horna úr vinstru uppleggið, og stutt undan steðginum økti Uros til 2-0, tá ið hann var fyrstur  á returbólti, eftir at málverjin hevði hálvbjargað.. So var tað, at Steinbjørn Olsen stútaði ti 3-0 eftir fríspark úr vinstru, sum Ari Ó. Ellingsgaard tók sær av, og tá ið tað restaði eitt korter, varð leiðslan eftir lítlari løtu økt til 5-0. Jan Ingason Hansen átti uppleggið úr høgru, tá ið Uros Stojanov við stútara økti til 4-0, og Jan Ingason Hansen staðfesti við fínum heilfluktara rimmar heimasigurin. Tá var tað innskifti Martin Johansen, sum átti innleggið úr vinstru.

 

Skála er framvegis niðast á støðutalvuni, men avrikið og stórsigurin í kvøld benda á, at allar súðir eru ikki syftar í kappingini um at sleppa undan niðurflyting.

 

AB er fimm stig røttu megin niðurflytingarstrikuna. Úrslitini tvær tær seinastu ferðirnar kundu bent á, at AB ikki er sloppið undan hóttanini av niðurflyting.

 

https://in.fo/news-detail/myndir-skala-ab-5-0-2-0

 

-

 

Skála – AB 5-0 (2-0)

 

1-0: Poul Kallsberg 10.

 

2-0: Uros Stojanov 39.

 

3-0: Steinbjørn Olsen 56.

 

4-0: Uros Stojanov 74.

 

5-0: Jan Ingason Hansen 83.

 

Dómari: Kári J. á Høvdanum

 

Skála: Jákup Nolsøe Olsen – Kristian Martin Jakobsen, Pætur Dam Jacobsen (Mikal á Reynatrøð, 85.), Jákup Jakobsen –  Djóni Petersen, Ari Ó. Ellingsgaard (Julian Mikkelsen, 88.), Steinbjørn Olsen – Karl Martin Johansen (Bjarti Thorleifsson, 88.), Jan Ingason Hansen (Jákup Joensen, 85.), Poul Kallsberg (Martin Johansen, 78.) – Uros Stojanov

 

Venjari: Michael Bjørn Nielsen

 

AB: Rasmus Jepsen-Jacob – Marius Kryger Lindh, Erik MCCue, Michael Alexander Smith, Teitur D. Olsen – Ragnar Skála (Tróndur J. á Høvdanum, 83.), Mikkjal Hentze, Karl Dreier Leth, Oleksandr Snizhko (Bartal S. Petersen, 46.) – Mathias Præst Nielsen, Robbie Azodo (Coby J. Atkinson, 69.)

 

Venjari: Jonas Dal Andersen

 

-

 

15141043443
Víkingur141112441234
HB14743271825
B3614716251222
EB/Streymur14626172520
AB15519234316
NSÍ155010213915
07 Vestur14338143212
B6814329133211
Skála1515917278

 

-

 

Fríggjadagin 1. juli

 

Víkingur – B36: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 19.00

 

Leygardagin 2. juli

 

B68 – HB: Egill Arnar Sigurþórsson kl. 15.00

 

07 Vestur – EB/Streymur: Rani A. Skaalum kl. 16.00

 

Uros Stojanov var tvífaldur málskjútti, og Steinbjørn Olsen var fyrstu ferð málskjútti, síðani hann flutti á Skála at spæla fótbólt