Tað upplýsir danska Orkustýrið í einum tíðindaskrivi.
Aftan á at hava vunnið útboðið um stuðul úr donsku CCS-puljuni í mai, er endaliga avtalan nú undirskrivað.
Sambært avtaluni fær Aalborg Portland 874,75 krónur fyri hvørt tonnið av CO₂, sum verður fangað og goymt. Stuðulin verður veittur í 15 ár.
Avtalan fevnir um árliga fangan, flutning og goymslu av 1,25 milliónum tonnum av CO₂. Sambært sáttmálanum skal arbeiðið vera farið í gongd í seinasta lagi í 2030.
Forstjórin í Aalborg Portland, Søren Holm Christensen, kallar avtaluna ein týðandi varða fyri CO₂-fangan í Danmark.
– Við hesi avtaluni kunnu vit taka avgerandi stigið móti at fremja eina verkætlan, sum ikki bara er stór í donskum høpi, men eisini hoyrir til millum størstu vinnuligu CO₂-fangaverkætlanirnar í Evropa, sigur hann í tíðindaskrivi.
Upprunaliga bjóðaðu 16 feløg upp á verkætlanina. Men eftir hondini valdu fleiri teirra at taka seg úr kappingini, og eitt skifti sá út til, at Aalborg Portland fór at vera einasti bjóðari.
Danska stjórnin hevur sett tilsamans 28,7 milliardir krónur av til CCS-puljuna.
CCS stendur fyri Carbon Capture and Storage og er ein tøkni, sum fangar CO₂ og goymir hana undir jørð ella á annan hátt, so útlátið ikki sleppur út í lofthavið.
Aalborg Portland er størsti einstaki CO₂-útlátari í Danmark. Felagið hevur sett sær sum mál at verða CO₂-neutralt í 2030, tá talan er um egið útlát.
Nýggja CO₂-fangiskipanin er ein hornasteinur í hesi ætlan. Sambært veðurlagsætlanini hjá felagnum skal skipanin minka CO₂-útlátið við 55 prosentum.











