AB hevur skrivað undir sáttmála við nýggjan málverja. Tað er Rói Zachariasen, sum nú fer at verja málið hjá AB, sum næsta ár fer at spæla í bestu deildini.
23 ára gamli Rói Zachariasen hevur fimm tey seinastu árini vart málið hjá EB/Streymi. Í ár var hann málverji í 25 av teimum 27 landskappingardystunum.
Fýra ymiskir málverjar vardu málið hjá AB í næstbestu deildini í 2021.
Danski Anders Nagel var málverji í 10 dystum, Pedro Moreno úr Spania var málverji í átta dystum, veteranurin Heðin Stenberg var málverji í fimm dystum og Milos Budakovic úr Serbia var málverji í fimm dystum.
Nú letur tað til, at tað verður Rói Zachariasen, sum fyri EB/Streym hevur spælt 104 dystir í bestu landskappingini, fer at vera AB málverji. Sambært faroesoccer.com hevur Rói Zachariasen einaferð áður verið málverji hjá AB í bestu deildini. Tað var 19. oktober í 2014, tá ið AB tapti 5-1 í Klaksvík, og Rói Zachariasen, sum tá var 16 ár og eina viku gamal, vardi AB málið.