AB-KÍ verður fluttur – men bara tveir tímar

Betri deildin menn: KÍ hevur trýst fyri at fáa dystin fluttan til mánakvøldið, men tað gekk ikki

Tað hevur í vikuni verið upptakt til eina orrustu millum AB, KÍ og Kappingarnevndina hjá Fótbóltssambandinum. KÍ ynskir at flyta landskappingardystin, sum var settur til sunnudagin klokkan 15, til mánakvøldið.

 

Tað ynskið er ikki gingið á møti, men argjamenn hava góðtikið at flyta dystin til sunnudagin klokkan 17. Tað gevur spælarunum hjá KÍ tveir tímar av eyka hvíld. KÍ sendi fyrr í dag eitt skriv út, har felagið millum annað segði:

 

- Tá tætt er millum dystir við stravnari ferðing, verður mælt til, at tað eru minst fýra døgn til næsta dyst. Umframt drúgva ferðing síðstu vikurnar, spældi mansliðið í gjárkvøldi ein tættan og harða dyst á Tórsvølli í góðar 120 minuttir. Av royndum vita vit, at stórur vandi er fyri lið- og vøddaskaðum, tá leikarar ikki fáa neyðuga hvíld, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ, og leggur afturat:

 

- Hóast kappingarnevndin hjá FSF í slíkum føri hevur myndugleika at flyta dystir, vil hon ikki taka ábyrgd og hevur avgjørt, at dysturin bert verður fluttur, um AB og KÍ semjast um tað. Við hesum vilja vit í KÍ heita á FSF, sum hevur heilsfaklig starvsfólk knýtt at sær, at innheinta og halda seg til ráðgevingina við at áseta nýggjan dystardag. Tað kemur at tæna fótbóltinum, leikarum og eisini landsliðnum.

 

Marius Thomassen, formaður í AB, segði stutt eftir klokkan 17 við FM1, at AB ikki var sinnað at flyta dystin til mánadagin. Hann vísti á, at tað ikki var fyri at verða tvørur, tí AB fyrr hevur gingið slíkum ynskjum á møti, at tað ikki liggur fyri at broyta dystardagin, so fáar dagar frammanundan.

 

Tað er upp til heimaliðið at leggja dystin á dystardegnum, og Kappingarnevndin kann ikki uttan orsøk, flyta ein dyst til nýggjan dystardag. AB hevur nú játtað at flyta dystin tveir tímar, men stendur við at spæla sunnudagin.

 

Sostatt verður dystur á Argjum sunnudagin klokkan 17 millum AB og KÍ.