AB: Olek ikki góðkendur sum flóttafólk

Ukreinski spælarin, sum kom til AB í fyrru hálvu, situr framvegis uttanfyri

Mynd: (ab.fo)

Argja Bóltfelag skrivar í dag, at Oleksandr Snizhko ikki lýkur treytirnar fyri at koma til Føroya sum flóttafólk. Hann er úr Ukreina, men av tí at hann var staddur á venjingarlegu í Turkalandi, tá Russland gjørdi innrás í Ukreina, so lýkur hann ikki treytirnar.

 

- Oleksandr Snizhko hevur fingið avslag sum flótti í Føroyum við tí grundgeving, at hann var staddur uttanlands, tá kríggið byrjaði. Tann 24 februar, tá Russland gjørdi innrás í Ukraini, var Olek staddur í Turkalandi á venjingarlegu. Av hesi orsøk er tað blivið mett, at hann ikki er fevndur av lógini um flóttar og hevur tískil fingið avslag uppá umsókn sína, skrivar AB.

 

AB sigur víðari í skrivinum, at nú verður søkt um ítróttarloyvi til framrættaða miðvallaran, ið tey á Argjum sigast vænta sær nógv av. Hann er stinnur á bóltinum og eitt sindur ólíkur flestu av føroysku spælarunum, men vónin er at hann kann geva AB nakað í framrættaða spælinum.

 

- Á Argjum vóna vit framvegis at síggja Olek í ljósabláum og vínreyðum. AB hevur nevniliga søkt um ítróttarloyvi í staðin. Umsóknin um ítróttarloyvi hevur nú verið í viðger í fýra vikur, og væntast má, at málið kemur uppá pláss í hesi vikuni. Vit gleða okkum til endiliga at fáa leikaraloyvið uppá pláss, og at Olek umsíður fær loyvi at spæla fótbólt, skrivar AB víðari.

 

Helst er hetta eisini ein roynd, at fáa skumpa undir viðgerðina av málinum. Tað ljóðar annars av Argjum, at tað verða fleiri broytingar í næstum. Nýggjur venjari sigst verða 56 ára gamli Henrik Larsen, sum tó ikki skal blandast við fyrrverandi landsliðsvenjaran, Henrik ”Store” Larsen.

 

Hartil er Jake Gross farin og nýggjur maður væntast í miðverjuni fyri hann. AB hevur longu lagt 21 ára gamla danska Matthias Præst afturat hópinum, meðan onkir helst fara av landinum.

 

Mynd: (ab.fo)