ABBA við nýggjum eftir 39 ára steðg

Svenski superbólkurin ABBA gjørdist heimskendur, eftir luttøku í Melodi Grand Prix í 1974, har tey sungu “Waterloo”.

 

Í dag komu teir báðir tónasmiðirnir í bólkinum, Bjørn og Benny,  við nýggjari heimasíðu, ABBA Voyagage.

 

Júst hvat kemur burturúr hesum veit ongin, men væntast kann, at hetta snýr seg um ætlaða “hologram tour”, hologram ferðina, sum fyrstuferð varð lýst í 2016.

 

Agnetha Faltskog, Anna-Frid Lyngstad, Bjørn Ulvaeus og Benny Andersson hava sagt, at tey í samband við ferðina ætla at geva fimm nýggjar sangir út.

 

Nógv fæst ikki at vita á heimasíðuni, men á svartari bakgrund eru 4 lýsandi planetir og ein dagfesting, 2. september.

 

Í 2018 fóru limirnir í bólkinum í upptøkuhølini, og lovaðu at koma við tveimum nýggjum sangum. Men bíðitíðin gjørdist long, og  tí siga tey seg nú koma út við 5 sangum. Tá varð sagt, at sangheitini vóru I Still Have Faith in You og Don’t Shut Me Down.

 

Bjørn Ulvaeus hevur sagt við bretskar miðlar, at tað er ikki ein spurningur, um sangirnir koma út í ár, men kanska um nær í ár teir koma út.

 

Bólkurin ABBA var virkin frá 1972 til 1982. Og so kom lív í aftur í 2018, men úrslit av hesum bíða vit enn eftir, men nú  tykist, sum gerst hetta veruleiki.