AC/DC: live útgávan um 6 vikur

Víðagitni australski rock bólkurin, ið hevur verið á konserferð og spælt fyri 5 milliónum fólkum, fer at geva eina live fløgu út, við tónleiki og filmi av framførslum. Bólkurin filmaði tær tríggjar konsertirnar, ið teir hava havt í River Plate Stadium í Buenos Aires í december 2009. Tilsamans vitjaðu 180.000 fólk hesar tríggjar konsertirnar.

 

-Vit hava eitt nýtt live album, ið bleiv tikið upp í Argentina, tá ið vit endaðu okkara konsertferð. Live útgávan, ið inniheldur hesar upptøkur, kemur út um umleið 6 vikur.

 

Aftaná live útgávan kemur út, hava vit ongar ætlanir fyri bólkin. Vit gleða okkum at hava ein líttlan steðg, aftaná at hava verið á konsertferð í tvey ár. Vit hava spælt fyri fimm milliónum fólkum, so eg haldi, at vit hava uppiborið ein líttlan steðg.

 

Hetta segði Brian Johnson við OversteerTV, tað skrivaði NME.com í gjár (21 feb.).

 

Live útgávan, Ið ikki hevur fingið navn enn, verur sjeynda live útgávan hjá bólkinum. Síðsta live útgávan hjá bólkinum var fløgan : Let There Be Rock: The Movie? ið var útgivin í 1997

 

www.nme.com/news/acdc/55075