Ætlaða vápnahvíldin heldur ikki

Longu áðrenn nøkur vápnahvíld yvirhøvur er komin í lag millum Ísrael og Iran, er líkt til, at kríggið millum londini fyribils heldur fram

 

Sambært USA og Ísrael skuldi ein vápnahvíld millum stríðandi partarnar byrja frá klokkan 05 í morgun, okkara tíð.

 

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, váttaði, at landið hevði góðkent eina vápnahvíldaravtalu, men legði aftrat, at eitt og hvørt brot á avtaluna fór at verða sektað.

 

Á hinari síðuni hevur Iran ikki alment váttað, at landið tekur undir við einari vápnahíld, men í nátt segði iranski uttanríkisráðharrin, Sayed Aragchi, at iransku krígsatgerðirnar fara at steðga, um Ísrael gevst við sínum "ólógligu aggressiónum".

 

Men, sum morgunin er liðin, er ikki líkt til, at ein ætlað vápnahvíld millum partarnar heldur - ikki fyribils í hvussu er.

 

Bert fáar tímar eftir, at vápnahvildin skuldi verið komin í lag, sigur ísraelski herurin (IDF), at Iran framvegis fremur loftálop á Ísrael.

 

Ávaringarlúðrar hava verið at hoyrt í norðara parti av Ísrael, eitt nú í ísraelska havnarbýnum og stórbýnum, Haifa.

 

- Loftverjan er í holt við at skjóta niður rakettir og neutralisera hóttanina, sigur ísraelski herurin.

 

Á hinari síðuni sigur Iran sambært almennu iransku tíðindastovuni ISNA seg ikki at hava brotið vápnahvíldina.

 

Men, eftir iranska álopið í morgun, skilst, at ísraelski herurin aftur hevur lopið á iranska høvuðsstaðin, Teheran.

 

Ísraelski verjumálaráðharrin, Israel Katz, sigur, at Ísrael nú svarar iranska álopinum í morgun aftur við "fullari styrki".

 

- Í samsvari við boð frá forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu, og mær sjálvum, verður nú lopið á mál í iranska høvuðsstaðnum, sigur Israel Katz.

 

Hetta skrivar Verdens Gang í morgun.

 

Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/israel-vattar-vapnahvild