Ætlaðu at skora kassan upp á at sigla jóladag

Krøvini vóru so høg, at tað er ikki vert at nevna

Manningin hjá Strandferðsluni ætlaði at skora kassan upp á at sigla jóladag.

Tað staðfestir Snorri Fjallsbak, leiðari á lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum, turrisliga.

Í ár skuldi skipini hjá Strandferðsluni sigla jóladag og ferðaætlanin er lýst.

Men síðani hava tey trý manningarfeløgini, Skipara- og Navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið og Starvsmannafelagið, noktað sínum limum at manna skipini jóladag, tí ósemja er um, hvørja samsýning manningin skal hava.

 

Les eisini: Strandferðslan lamin 1. jóladag

 

Manningarfeløgini siga, at Strandferðslan hevur aldrin siglt jóladag og tí er hetta so stórt inntriv í viðurskiftini, at manningin skal hava eyka løn.

Kravið er, at manningin fer tað sama, sum onnur fáa fyri at arbeiða heilidagar, ella tvífalda løn, ella har á leið.

 

Les eisini: Ódámligur starvsfólkapolitikkur

 

Men hesum eru tey í Fíggjarmálaráðnum ósamd í.

Tískil hevur lønardeildin í fíggjarmálaráðnum nú sent málið til fasta gerðarrættin við kravi um, at rætturin kemur til ta niðurstøðu, at talan er um eitt óheimilað stríðsstig, tá ið fakfeløgini nokta manningunum at sigla jóladag.

 

Les eisini: Ómetaliga harmiligt

 

Snorri Fjallsbak sigur, at jóladagur er ein dagur sum allir aðrir dagar í árinum og eftir sáttmálanum skal manningin ikki hava eyka fyri at sigla heilidagar og aðrar vanligar frídagar, tí tað er alt við í sáttmálanum.

- At strandferðslan ikki hevur siglt jóladag, merkir ikki, at hon ikki KANN sigla jóladag, tí eftir sáttmálanum er als einki sum forðar fyri tí, sigur hann.

 

Les eisini: Uttanfyri alt mark

 

Hann sigur, at í lønardeildini vóru tey sinnað at lata nakað av samsýning fyri siglingina fyri at fáa málið avgreitt í sátt og semju

Men tað bar ikki til, tí krøvini frá manningarfeløgunum vóru so hørð at tey vóru ikki verd at tosa um, sum hann málber seg.

- Tey ætlaðu at skora kassan upp á siglingina jóladag og men so hørð krøv eru vit ikki sinnað at tosað um, sigur Snorri Fjallsbak.