Ætlar at lækka gjaldið niður í helvt

Tað fer at spara fólki 25 millióni um árið – og tað fer at kosta landskassanum 25 milliónir um árið

Gjaldið fyri at tinglýsa eina ogn, skal lækkast niður í helvt. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at tað fer hann at virka fyri. Floksfelagið hansara, Beinir Johannesen, hevur spurt hann, hvat tað hevði kostað at lækka tinglýsingargjaldið niður í helvt, og um tað er nakað, arbeitt verður við.

 

Undanfarna samgonga hækkaði tinglýsingargjaldið úr 0,5 prosentum av virðinu á ognini, sum verður tinglýst, upp í eitt prosent og Beinir Johannesen heldur, at verður tað lækkað, hevði tað verðið lættari hjá familjum at sett føtur undir egið borð.

 

Jørgen Niclasen sigur, at verður tinglýsingargjaldið lækkað úr einum prosentið, niður í 0,5 sum tað var, hevði tað kostað landskassanum umleið 25 milliónir um árið, tí inntøkurnar fyri tinglýsingargjaldið vóru 51 milliónir í fjør.

 

Hann sigur, at núverandi samgonga, sum var í andstøðu í seinasta valskeiði, mælti frá at hækka tinglýsingargjaldið. Men hann vísir á, at samgongan hevur sett í samgonguskjalinum, at tinglýsingargjaldið skal lækka og tað ætlar hann sær virka fyri, sum hann málber seg.