Ætli mær at gera ymiskt eg ikki náddi

- Í heystfrítíðini var eg á ferð við mínum nærmastu, og tann túrurin fer helst at standa ristur í minninum leingi, sigur Theodor Olsen, prestur.

- Eitt sindur stuðli eg H71 og teimum lokalu ítróttarfeløgunum, so okkurt fýrverk verður keypt til nýggjárið.

 

Tað sigur Theodor Olsen, prestur.

 

- Árið 2015 var eitt gott ár á so mangan hátt, hóast torført er taka einstakar hendingar framum.

 

Prestur sigur seg ikki koma fram á nakra keðiliga hending í farna ári.

 

- Eg var so heppin at koma snikkaleysir gjøgnum árið. Sum prestur ert tú við fólki í sorg, men tíbetur mest í gleði í - í øllum førum í 2015.

 

Theodor Olsen vísir á, at hann í heystfrítíðini var á ferð við sínum nærmastu, og tann túrurin fer helst at standa ristur í minninum leingi.  

 

- Eisini var øll familjan savnað á jólum, og tað var hugnaligt.

 

Prestur sigur, at hann í 2016 ætlar sær at røkka ymiskum, sum hann ikki náddi í 2015.

 

- Men, eg fari sum heild at halda fram at gera mær ómak og gera, hvat kann fyri míni nærmastu og míni medmenniskju.

 

At enda ynskir Theodor Olsen øllum føroyingum - heima og uttanlands - eitt av Harranum signað nýggjár.