Aftankvirra og livandi tónleikur í Vágs kirkju í kvøld

Jóansøka er í nánd, og longu í gjár varð hol sett á jóansøkuskránna við barnatitaki og jóansøkubáli.

 

Í kvøld er aftankvirra í Vágs kirkju, har fólk kunnu koma innar klokkan 20:30 og sita í kvirru eina løtu. Klokkan 21 er livandi tónleikur á skránni.

 

Aftankvirran byrjar kl. 20.30. Fólk eru vælkomin at tendra ljós og sita í kvirru fyrsta hálva tíman. Kl. 21.00 verður livandi tónleikur við Dagfinn Olsen, Evi Tausen, Hans Jacob Hjelm og Rúna í Lágabø.

 

Tey fara hvør í sínum lag at framføra, umframt at tey eisini leika saman.

 

Prestur Patrick De Neergaard endar løtuna við eini kvøldbøn.