Aftur ein upptøka við bin Laden

Hesaferð rósar bin Laden teimum, sum skipaðu fyri bumbuspreingingini á Bali og teimum, sum rændu gíslarnar í Moskva. Amerikanararnir halda, at upptøkan er verulig.

Arabiska sjónvarpsstøðin Al-Jazeera hevur aftur sent eina bandupptøku við yvirgangsleiðaranum Osama bin Laden.

Í upptøkuni fegnast hann um bumbuatsóknina á indonesisku oynni Bali og rósar teimum, sum skipaðu fyri atsóknini. Eisini fegnast hann um gíslatøkuna í leikhúsinum í Moskva, og hann rósar teimum kekensku gíslarænarunum.

Men bin Laden ávarar eisini. Ikki einans USA stendur fyri skotum, men eisini tey lond, sum arbeiða saman við amerikanarunum.

-Vita stjórnirnar í hesum londunum ikki, at harkaliðið í Hvítu Húsunum eru teir ringastu drápsmenninir í okkara tíð? Hví samstarva við Amerika? Eins og tit drepa, verða tit dripin, sigur røddin á bandinum.

Tann stóri spurningurin er, um tað veruliga er Osama bin Laden, sum tosar á bandinum, men ein talsmaður hjá amerikansku fregnartænastuni CIA segði í gjár, at maðurin eftir øllum at døma er bin Laden.

Er hetta so, so er tað fyrstu ferð síðani tann 9. november í fjør, at amerikanarar hava staðfest, at bin Laden framvegis er á lívi.