Aftur lív í Fuglafirði

5-mannafør gentur 14 – 16 ár: Malunarhav vann greiðan sigur í Hvalvík

Líkindini eru av teimum fagrastu, nú tað er FM kappróður á sundalagsstevnu í Hvalvík. Í gjár vóru líkindini so vánalig, at tað bar ikki til at rógva kapp, so líkindini eru heilt øðrvísi í dag, enn tey vóru ígjár.

 

Gentumanningar og kvinnumanningar úr Fuglafirði hava nógvu tey undanfarnu árini staðið seg rættiliga væl. Í ár varð ikki roknað við so nógvum, tí sigursvandu manningarnar luttaka ikki í ár.

 

Í nýggju gentukappingini – fyri gentur 14 – 16 ár – luttekur Malunarhav úr Fuglafirði, og í dag vann Malunarhav. Kjósin úr Kollafirði hevur vunnið tveir fyrstu tvær kappingarnar, men á sundalagsstevnu var Malunarhav greitt fyrst á mál. Tað vóru meiri enn fýra sekund frá Kjósini og fram til Malunarhav, sum var gott og væl leys á málinum.

 

-

 

1Malunarhav (ÍF)05:49.39
2Kjósin (KÍF)05:54.09
3Drekin (HR)05:55.46
4Ingibjørg (HR)05:56.35
5Spógvin (NSÍ)05:59.29
6Títlingur (HR)06:01.30
7Beinta (MR)06:24.24

 

stavnur.fo