Aftur nógvur vindur í kvøld

Á Fámjinsvegnum er stormur, í hvirlunum upp til 38 m/s

Í gjárkvøldið var stormur um alt landið, og keðiliga veðrið tykist halda fram. Í kvøld er tað tó ikki líka ringt sum í gjár, men talan er enn um bæði storm og hvassan vind. Í Fámjin var sera ringt í gjár, og í kvøld er vindurin í hvirlunum upp til 41 metrar um sekundið á Fámjinsvegnum.

 

Um koyrilíkindini sigur Landsverk soleiðis:

  • Klaksvík, Gerðabøur - kl. 21:55 Andøvsgul, í hvirlunum upp til 27 m/s
  • Gjáarskarð - kl. 21:51 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 34 m/s
  • Kambsdalur - kl. 21:55 Andøvsgul, í hvirlunum upp til 30 m/s
  • Gøtueiði - kl. 21:55 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 27 m/s
  • Á Sandavágshálsi - kl. 21:55 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 25 m/s
  • Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - kl. 21:55 Stormur, í hvirlunum upp til 29 m/s
  • við Velbastaðháls - kl. 21:54 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 26 m/s
  • Ørðaskarð, Fámjinsvegurin - kl. 21:59 Stormur, í hvirlunum upp til 41 m/s
  • Porkerishálsur - kl. 21:55 Skrið, í hvirlunum upp til 29 m/s

 

Veðrið í morgin, sambært DMI:

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, eina løtu skrið ella stormur, 18 til 23 m/s, upp í 25 m/s. Út á dagin fer hann í ein vestan og makar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og támut og stundum regn, men seinnapartin klárar í av vestri, tó okkurt æl. Um kvøldið og náttina minkar hann vindin í lot til andøvsgul av vestri, 7 til 7 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin um dagin umleið 9 stig, um náttina millum frostmarkið og 5 stig.