Aftur nógvir tilburðir í gjár

Hóast alt er hetta ikki nýtt smittumet

4028 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið, og av teimum fingu 859 fólk boð um, at tey eru smittað við koronu. Positivprosentið er 21,33 prosent.

 

Fyrradagin vóru 913 nýggir smittutilburðir staðfestir, og hetta var nýtt smittumet. Talið í dag er eitt sindur minni, men enn sera høgt í mun til, hvat vit annars hava verið von við seinastu tíðina.

 

Í løtuni eru 4690 smittað við korona, eingin er innlagdur vegna korona, ein er innlagdur við korona í Føroyum.

 

Í gjár vórðu 272 fólk koppsett fyri koronu. 4 fólk fingu fyrra prikið og 9 fingu tað seinna. 259 fólk fingu triðja prikið. Nú hava 41.666 fólk fingið fyrru koppsetingina. 40.812 fólk hava fingið seinnu koppsetingina. 20.075 fólk hava fingið trý prik. Tilsamans 102.553 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum.