Aftur útselt til dyst hjá hondbóltslandsliðnum upp á fáar minuttir

Tað er gravgangur eftir at sleppa til landsdyst hjá manslandsliðnum í hondbólti

Klokkan 12 í dag setti Hondbóltssamband Føroyar atgongumerkini til EM-undankappingardystin hjá monnum millum Føroyar og Kosovo, ið verður leiktur mikukvøldið 6. november klokkan 19 til sølu.

 

Og eins og undanfarnu ferðirnar gingu bert fáir minuttir, so var alt útselt. Manslandsliðið í hondbólti er sera væl umtókt millum føroyingar, og forvæntningarnir til heimadystirnar eru stórir. 

 

Í heimadystunum komandi ár móti Ukraina og Niðurlondum verður væntandi spælt í nýggju stórhøllini Við Tjarnir í Hoyvík, og tá vera væl fleiri sum fáa møguleikan at ogna sær atgongumerkið. Men man ikki tað aftur verður útselt tá. 

 

Niðurlond vitja 12. mars, og Ukraina kemur á vitjan 11. mai komandi ár.