Vandi er fyri, at kríggj kann bresta á imillum Demokratiska lýðveldið Kongo og Rwanda, sigur ST.
Í løtuni eru einir 6.000 kongolesiskir stjórnarhermenn á veg eystur ímóti rwandiska markinum. Stjórnin hevur vissað ST um, at hermenninir fara ikki inn um rwandiska markið, men at teir eru sendir ímóti markinum fyri at reka burtur rwandiskar hermenn, sum hava tikið seg inn um mark. Tað hevur stjórnin í Rwanda avsannað, men ST-keldur í Demokratiska lýðveldinum Kongo siga seg hava sæð rwandiskar hermenn har eysturi í landinum. Keldurnar halda, at teir rwandisku hermenninir jagstra uppreistrarmenn, sum eru flýddir til Kongo. ST-trygdarráðið kravdi í síðstu viku, at Rwanda skal taka hermenninar heimaftur alt fyri eitt.
Viðurskiftini ímillum Demokratiska lýðveldið Kongo og Rwanda hava vrið spent í mong ár. Tvær ferðir áður, í 1996 og 1998, hevur Rwanda gjørt innrás í grannalandið, og tann seinna innrásin elvdi til eitt fimm ára langt kríggj, har ikki minni enn seks lond vóru uppií.