Afturelding megnaði javnleik á útivølli

Liðið hjá Halli Arasyni og Sveini Olafssyni er fjórðfremst

Liðið hjá Halli Arasyni og Sveini Olafssyni, Afturelding spældi í kvøld dyst móti ÍR á útivølli í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Dysturin endaði við javnleiki 31-31. Í steðginum var ÍR á odda 16-14.

 

Afturelding er fjórðfremst í deildini við fimm stigum fyri fýra dystir. Bert eitt stig er upp til oddaliðið, FH sum hevur seks stig.

 

Hallur skoraði eitt mál upp á seks málroyndir. 

 

Komandi hóskvøld klokkan 20.30 tekur Afturelding móti Fram á heimavølli.