Afturval í fakfelag

Bæði Anna Lisa Davidsen og Marjun í Gong vórðu afturvaldar í nevndina í Havnar Arbeiðskvinnufelag, sum hevur havt aðalfund leygardagin.

Tær báðar stóðu fyri vali hesaferð, so har gjørdist eingin nevndarbroyting. Til varalimir í felagnum vórðu valdar Ruth Boetius og Evida Jane Bruce. Kjarta Jacobsen, sum hevur verið varalimur, bar seg undan afturvali.
Nevndin er nú henda:
Vigdis Johannesen for­kvinna
Anne Lisa Davidsen, næst­forkvinna
Marj­un í Gong skrivari
Mar­i­ann Højgaard nevnd­ar­limur
Ada Bisp nevndarlimur
Varalimir eru:
Ruth Boetius
Evida Jane Bruce