Agnar aftur á gamlar gøtur

Venjarin, sum eisini er miðlamaður, verður aftur at síggja í KÍ

Heimasíðan hjá KÍ skrivar, at Agnar Prestá verður partur av toyminum í meistardeildini hjá monnum og KÍ-akademinum. Eftir eina tíð í útlegd er Agnar Prestá aftur venjari í felganum. Hann verður komandi ár hjálparmaður hjá høvðusvenjaranum, Mikkjali K. Thomassen og kemur at verða høvuðsvenjari hjá einum av eldru dreingjaliðunum.

 

- Agnar hevur royndir bæði sum ungdóms- og vaksnamannavenjari í felagnum. Hann er nú í gongd við UEFA-A-venjaraútbúgvingina, sum endar við próvtøku komand heyst. KÍ fegnast um at fáa enn ein nærlagdan venjara knýttan at vaksnamannatoyminum og at taka sær av dreingjunum, sum einaferð seinni koma at manna liðið í meistardeildini og 1.deild, skrivar heimasíðan hjá KÍ.

 

Agnar Prestá er eisini miðlamaður hjá Portalinum, og er mangan gestur til fótbóltssendingar og viðmerkjari til frásagnir.