Airways Tórshavn Marathon 2023 í fagrasta veðri

Í fagrasta summarveðrið í dag, hava omanfyri 400 luttakarar úr fleiri enn 34 londum runnið Atlantic Airways Tórshavn marathon

Sólin skein oman og niðan, tá Heðin Mortensen, borgarstjóri, sendi allar rennararnar avstað úr Vágsbotni kl. 13.00 seinnapartin. 

 

Hóast høvðusgreinin í dagsins rennikapping er marathonteinurin, var eisini kappast á stytru teinunum 5km og 10km og ½ marathon. Eisini vóru nógv, sum høvdu tikið av møguleikanum at ganga ½ marathon. 

 

Av tí at runnið verður fleiri teinar, streymaðu rennarar á mál í Vágsbotni frá uml. kl. 13.20 og til málið lukkaði kl. 19.00 í kvøld. Tá høvdu nakrir rennarar runnið í útvið 6 tímar. 

 

Vinnarnir av Atlantic Airways Tórshavn Marathon 2023 vóru: 

 

Oliver Granhøj, Bragdið, 2:57:48

 

Lydia í Lambanum, Roysnið, 3:39:07 

 

Vit ynskja Oliver og Lydiu og øllum hinum rennarunum og gongufólki hjartaliga tillukku við bragdinum. 

 

 

 

Við rennukvøðu

 

Ítróttarfelagið Bragdið