Aiways U5 – nú við enn skjótari løðing 

Aiways U5 er ein stórur bilur, og prísurin er sera kappingarførur í mun til støddina og útgerðina.

 

Stóri elbilurin Aiways U5 kann nú bíleggjast við 3-fasaðum løðara, sum ger tað møguligt at løða bilin frá null til 100 prosent við heimaløðara upp á 7,5 tímar. 

 

Aiways U5 kann eisini skjótløðast við einari effekt upp til 90 kW, og bilurin koyrir 410 km við einari løðing.

 

Aiways U5 er ein stórur rúmligur bilur, sum er spekkaður við hentleikum og innbygdari trygdarútgerð.

 

Viðførisrúmið er 496 litrar, og við baksetrunum niðri er vørurúmið heilar 1619 litrar.

 

U5 fæst eisini við nýggjum litum sum t.d. Graphite Grey.

 

##med2##

 

Aiways U5 er ein stórur bilur, og prísurin er sera kappingarførur í mun til støddina og útgerðina.

 

Bilurin hevur 5 ára fabriksgaranti og 8 ára garanti upp á battaríið og elmotorin.

 

- Teir fyrstu nýggju Aiways U5 við 3-fasaðum løðara koma seinni í ár, verður sagt hjá Berg Motors.

 

##med3##

 

##med4##

 

Aiways U5 er ein stórur og rúmligur bilur, sum er spekkaður við hentleikum og innbygdari trygdarútgerð.