Áki og EHV Aue eru undir niðurflytingarstrikuni

Tað gongur ikki heilt eftir vild hjá EHV Aue

Ígjár var Áki Egilsnes saman við liðfeløgunum í EHV Aue og spældi dyst móti Grosswaldsstadt í aðru bundesliga í Týsklandi.

 

EHV Aue tapti 22-26. Í steðginum var heimaliðið á odda 14-12. Áki var ikki millum málskjúttarnar hjá EHV Aue.

 

EHV Aue er nú undir niðurflytingarstrikuni við átta stigum. Tó hevur EHV Aue bert eitt stig upp til at vera røttumegin niðurflytingarstrikuna.

 

Komandi leygardag klokkan 16 tekur EHV Aue móti Hagen á heimavølli.