Áki og EHV Aue flyta niður í triðbestu deildina

EHV Aue var fyri greiðum tapi á útivølli í kvøld

Áki Egilsnes og liðfelagarnir í EHV Aue flyta niður í triðbestu týsku hondbóltsdeildina. Tað er staðfest í kvøld.

 

Áki skoraði fýra mál uppá sjey málroyndir, og legði upp til tvey onnur mál, tá EHV Aue var fyri greiðum 21-28 tapi fyri Dormagen á útivølli. Aue kom á odda 1-0, men hevði eftir tað ongantíð aftur leiðsluna í dystinum. Í steðginum var Dormagen á odda 12-10. 

 

Undan kvøldsins dysti hevði Dormagen 27 stig á fjórðaftasta plássinum, og Aue hevði 23 stig. Nú hevur Dormagen 29 stig á fimtaftasta plássi, og Ferndorf hevur 28 stig á fjórðaftasta plássinum í 2. bundesligu. Aue kann í mesta lagi koma upp á 27 stig í tveimum teimum seinastu dystunum, og tí er staðfest, at Aue endar millum trý tey aftastu plássini, og teir flyta tí niður í triðbestu deildina.