Áki og EHV Aue framvegis skeivu megin niðurflytingarstrikuna

EHV Aue tapti fyri Eisenach á útivølli

Áki Egilsnes skoraði tvey mál uppá fýra málroyndir og legði upp til mál tá lið hansara, EHV Aue var fyri 30-33 tapi á útivølli fyri Eisenach í næstbestu týsku hondbóltsdeildini.

 

Í steðginum var Eisenach á odda 17-13. Tá fimm minuttir vóru eftir av dystinum var støðan 30-29 til Eisenach, men EHV Aue megnaði ikki at koppa dystin til sín fyrimun seinastu løtuna. 

 

EHV Aue er aftast í 2. bundesligu við 19 stigum. Tó eru bert trý stig upp til Dormagen sum er fjórðaftast við 22 stigum, so tað er ikki so langt upp til bjargingina.

 

Tó hevur EHV Aue bert seks dystir eftir at leika, so nú mugu sigrarnir koma. 

 

Komandi mikukvøld klokkan 18 hevur EHV Aue heimadyst móti Grosswallstadt, ið hevur 21 stig á triðaftasta plássi. Talan er um ein dyst sum Áki og liðfelagarnir mugu og skulu vinna.