Áki og EHV Aue møta THW Kiel 6. oktober

EHV Aue hevur vunnið ein dyst og hevur tapt ein dyst tvey tey fyrstu umførini í 2. bundesligu

Fyrr í ár tók Áki Egilsnes eitt stórt stig við at skifta KA í Akureyri í bestu íslendsku hondbóltsdeildini út við EHV Aue í 2. bundesligu í Týsklandi. 

 

EHV Aue hevur leikt tveir teir fyrstu dystirnar í aðru bundesligu. Áki hevur verið á vøllinum, men hevur enn ikki fingið sítt fyrsta bundesligamál.

 

Í vikuskiftinum vann EHV Aue 26-24 (12-10) á Lübeck Schwartau á útivølli.

 

Í fyrsta umfarinum tapti EHV Aue 28-32 (14-19) fyri Essen, so talan er um tvey stig fyri tveir teir fyrstu dystirnar í 2. bundesligu hetta kappingarárið.

 

Í EHV Aue eru viðhaldsfólkini farin at telja niður til 6. oktober, tí tá kemur meistaraliðið, THW Kiel á vitjan í Aue í dysti í týsku steypakappingini. 

 

THW Kiel hevur verið týskur meistari heilar 22 ferðir. 

 

Danski málverjin, Niklas Landin er málverji hjá THW Kiel. Millum aðrar leikarar hjá THW Kiel kunnu nevnast norski Sander Sagosen og svenski Niclas Ekberg. Vónandi fær Áki Egilsnes góðan lut í hesum dystinum, ið fer at vera ein stór uppliving.