Áki og EHV Aue vunnu týdningarmiklan heimasigur

EHV Aue fekk brotið ringu gongdina í dag

Áðrenn dystin hjá Áka Egilsnes og liðfeløgunum í EHV Aue mót Fernsdorf á heimavølli í dag hevði EHV Aue bert fingið eitt stig í fimm dystum.

 

Áki kom ikki á máltalvuna, men tók nógv tøk í verjuni hjá EHV Aue sum vann ein harðvunnan 30-29 sigur á Fernsdorf.

 

Tað stóð einki til í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Fernsdorf á odda 17-13. Sambært Facebook-síðuni hjá EHV Aue góvu spælararnir hjá Aue 20 prosent eyka í seinna hálvleiki, og tískil eydnaðist tað at vinna ein sera kærkomnan sigur.

 

Bengt Bornhorn var við 11 málum stóra hetjan hjá EHV Aue í dag.

 

EHV Aue er nú nummar 12 av teimum 20 liðunum í aðru Bundesligu í Týsklandi við átta stigum fyri 10 dystir.

 

Komandi mikukvøld spælir EHV Aue á útivølli móti Huttenberg, ið liggur fjórðfremst við 12 stigum.