Áki skoraði tvey mál í greiðum útitapi hjá EHV Aue

Gongdin hjá EHV Aue í aðru bundesligu er ikki góð

Áki Egilsnes sum hevur fingið eitt mál í ymsum dystum hjá EHV Aue í aðru bundesligu í Týsklandi skoraði tvey mál ígjár, men gongdin er ikki góð hjá EHV Aue.

 

EHV Aue hevur bert fingið eitt stig í fimm teimum seinastu dystunum, og ígjár taptu teir stórt 23-32 fyri Coburg á útivølli. Í steðginum var Coburg á odda 14-10.

 

Aue er nú nummar 16 av teimum 20 liðunum í aðru bundesligu við seks stigum fyri níggju dystir.

 

Leygardagin 13. november tekur Aue á heimavølli móti Ferndorf, ið liggur aftast í deildini við trimum stigum. Tá er kravið ein sigur til Aue.