Áki Egilsnes heldur fram við málskjótingini í næstbestu týsku hondbóltsdeildini, 2. bundesligu.
Í kvøld tóku Áki og liðfelagarnir í EHV Aue móti greiða oddaliðnum í 2. bundesligu, Gummersbach.
EHV Aue beit væl frá sær, serliga í fyrra hálvleiki. Í steðginum var EHV Aue á odda 18-16.
Í seinna hálvleiki vísti Gummersbach tó hví teir eru greitt oddalið í 2. bundesligu, og endin var, at Gummersbach vann 35-31.
Áki skoraði tvey mál fyri EHV Aue í kvøld.
EHV Aue hevur 17 stig á aftasta plássi, men bert trý stig eru upp til bjargingina, fjórðaftasta plássi har Ferndorf liggur við 20 stigum.
Leygardagin 30. apríl spælir EHV Aue á útivølli móti Eisenach.