Ársins átak í føroyskum tónleiki 2017 var sonevnda Gittartingið, sum varð hildið í Spaniastovu í Klaksvík. Gittartingið var lutvíst ein framsýning við Høfner gittarum og lutvíst workshop og konsert.
Aksel á Botni, sum tók fyrsta stigið til tiltakið, var púra ovfarin av, at Gittartingið vann FMA heiður.
– Tað skal nógv til at yvirraska meg, men hetta var alvorliga yvirraskandi, sigur Aksel á Botni, sum savnar Høfner gittarar og eigur einar 40 slíkar.
Omanfyri ber til at síggja samrøðu við Aksel á Botni.