- Sjálvandi kann hetta fáa avleiðingar fyri ferðslutrygdina.
Jákup Jacobsen, stjóri á Akstovuni, ásannar, at tað er óheppið, at Akstovan ikki klárar at halda tørn at sína bilar.
Sum tað sæst í aðrari grein her á síðuni, koyra yvir 11.000 bilar á føroysku vegunum, sum átti at havt verið til sýn, men sum Akstovan ikki klárar at sýna, tí játtanin til stovnin er so tepur.
- Í 2010 høvru vit eina eftirstøðu upp á 5000 bilar, sum áttu at verðið sýnaðir, men sum Akstovan ikki kláraði at sýna, tí stovnurin mátti undir sparingar og mátti siga einum sýnsmanni upp.
Í dag er eftirstøðan yvir 11.000 bilar, so eftirstøðan veksur alsamt, so leingi, Akstovan ikki fær fleiri fólk at sýna bilar.
- Í løtuni eru vit bara 3,5 sýnsmenn á Akstovuni, men skulu vit gera okkum vónir um at fáa eftirstøðuna at minka, mugu vit hava minst fimm ella helst seks fólk at sýna bilar.
- Støðan er ógvuliga harmilig, men sum støðan er nú, hava vit ongan livandi møguleika at arbeiða okkum undan, sigur hann.
Trý ár afturúr
Stjórin á Akstovuna sigur, at í royndunum at arbeiða eftirstøðuna undan, royna tey at kalla bilarnar í tí eldra endanum inn til sýn.
Men tað gongur strilti.
- Sum dømi nevnir hann, at lastbilar eiga at verða sýnaðir hvørt ár, men í løtuni hava vit fleiri lastbilar, sum ikki eru sýnaðir í hálvttriðja ár ella trý ár.
Hinvegin sigur hann, at seinastu tíðina hevur akstovan raðfest bilasýn í Suðuroy og í Norðoyggjum, men hesa næstu tíðina verður tað sýnið í miðstaðarøkinum, sum verður raðfest.
- Tað er í miðstaðarøkinum, at eftirstøðan er størst, skoytir hann upp í.
Sjálvandi kann tað fáa óhepnar avleiðingar fyri ferðslutrygdina, at eftirstøðan er so stór, heldur hann.
Hinvegin ásannar hann eisini, at tað er sera sjáldan, at tað eru teknisk brek, sum eru orsøkin til álvarslig ferðsluóhapp ella vanlukkur.
- Tað er aloftast av menniskjansligum ávum, leggur hann afturat.
Men tað er onki at ivast í, at tað besta er at kalla bilar til sýn við jøvnum millumbili, sigur Jákup Jacobsen.
Bróta lógina
Tá ið Akstovan ikki megnar at sýna bilar við regluligum millumbili, er tað beinleiðis brot á lógina.
Akstovan hevur nevniliga eina kunngerð at ganga eftir og har verður tað neyvt ásett, hvussu ofta ymisk sløg av akførum skulu boðsendast til sýn.
Eftir kunngerðini sæst, at tað er ógvuliga ymisk, hvussu ofta bilar verða boðsendir at koma til sýn.
Eftir skrásetingarkunngerðini skulu vanligir persónbilar og smáir vørubilar upp til 3500 kilo, umframt smáir viðfestisvognar ímillum 750 og 3500 kilo, kallast til sýn fyrstu ferð, tá ið tey eru fýra ára gomum og síðani annaðhvørt ár.
Viðfestisvognar er alt slag av vognum, sum er fest í bilum, bæði vognar at flyta ross og onnur dýr í, húsvognar og vognar at koyra burturkast í o.s.fr.
Hinvegin eiga lastbilar og stórir viðfestisvgnar, ella leguvognar, yvir 3500 kilo, umframt bussar, hýruvognar, persónbilar við fleiri enn níggju sitiplássum, sjúkrabilar og onnur neyðsendarakfør, at verða boðsend til sýn, longu tá ið teir eru ársgamlir og síðani á hvørjum ári.
Stórir viðfestisvognar ella leguvognar, er tað, vit eisini nevna trailarar.
Men játtanin til er so tepur, at hetta er ein ómøgulig uppgáva hjá Akstovuni, sigur stjórin, Jákup Jacobsen.
Eivin Jacobsen, tingmaður, spyr um bilarnir nú á døgum ikki eru so mikið góðir, at tað er óneyðugt at sýna teir so ofta, sum teir nú skulu sýnast eftir forskriftunum.
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, staðfestir, at í Føroyum verða bilar boðsendir til sýn við somu millumbilum sum í Danmark.
- Men her hava vit eitt veðurlag og eitt veganet, sum í hvussu so er ikki talar fyri, at tað skal vera longri ímillum sýnini
Eftirlit skal vera alment
Í sambandi við støðuna hjá Akstovuni hava eisini røddir verið frammi um at tað einasta rætta er at einskilja bilasýnið.
Tað merkir, at bilaverkstøð kring landið skulu góðkennast og so kunnu tey sýna bilarnar.
Hetta heldur stjórin á Akstovuni er ein vánalig loysn.
- At hava eftirlit eigur prinsipielt at vera ein almenn uppgáva, heldur hann.
Annars vísir hann á, at marknaðurin í Føroyum er ov lítil til at hava fullgott bilsýn ymsastaðni í landinum.
- At sýna bilar, krevur nógva servitan á nógvum ymsum økjum, men sum støðan er nú, er øll hendan servitanin savnað á einum staði, nevniliga Akstovuni.
Á Akstovuni veita vit allar tænastur í sambandi við bilar á einum staði, leggur hann afturat.
Annars hevur Akstovan góðkent eini 20 verkstøð kring landið, har bilar kunnu fara til umsýn og tað er ein skipan, sum virkar væl, sigur Jákup Jacobsen.