Var einki samband ímillum Irak og yvirgangsfelagsskapin al-Qaeda, tá Saddam Hussein ráddi fyri borgum, so ber ikki til at siga tað sama nú.
Gjáranáttina kunngjørdi jordanski yvirgangsmaðurin Abu Musab al-Zarqawi, at hansara felagsskapir, Tawhid og Jihad, arbeiða saman við al-Qaeda fyri at gera enda á fíggindum Islams, sum eru komnir til Irak, sum tikið varð til.
? Vit almannakunngera, at leiðarar og hermenn hjá Tawhid og Jihad hava svorið Osama bin Laden trúskap stóð í boðunum frá al-Zarqawi.
USA hevur leingi lagt al-Zarqawi undir at hava skipað fyri mótstøðuni í Irak, og amerikanska stjórnin hevur lovað 25 milliónir dollarar í finningarløn, verður hann avdúkaður og tikin.
Serfrøðingar í yvirgangi hava higartil sagt, at einki samband hevur verið ímillum al-Zarqawi og bin Laden, men nú er líkt til, at teir hava tikið seg saman ímóti amrikanarunum í Irak, skrivar Reuters.
Tawhid og Jihad hava átikið sær ábyrgdina av fleiri burturflytingum og avrættingum í Irak. Hildið verður, at al-Zarqawi sjálvur hevur avrættað nøkur av teimum burturfluttu.