Al-Qaeda líka sterkt enn

Felagsskapurin hjá Osama bin Laden hevur 18.000 virknar limir, og kríggið í Irak hevur givið felagsskapinum vind í seglini

Hóast umfatandi tiltøk ímóti yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda bendir alt á, at felagsskapurin hevur tað so gott sum ongantíð fyrr. Tað er í hvussu er niðurstøðan hjá kenda enska granskingarstovninum IISS.
Í einari frágreiðing um al-Qaeda sigur IISS, at fíggjarviðurskiftini hjá al-Qaeda eru góð, at felagsskapurin virkar væl, og at leiðarin, Osama bin Laden, hevur ongantíð verið fyrimyndin hjá so nógvum sum nú. Hetta seinasta kemst av krígnum í Irak.
IISS sigur, at al-Qaeda varð meint raktur, tá Taliban-stýrið varð rikið frá í Afghanistan, men at felagsskapurin hevur megnað at umskipað seg, soleiðis at hann nú heldur til í meiri enn 60 londum, men at hann kortini er at kalla ósjónligur allastaðni. IISS heldur, at helmingurin av teimum 30 ovastu leiðarunum í al-Qaeda og umleið 2.000 limir í felagsskapinum eru deyðir ella tiknir til fanga tey seinastu árini.
Men tað hevur ikki órógvað al-Qaeda stórvegis, skrivar IISS. Stovnurin vil vera við, at felagsskapurin hevur framvegis nóg mikið av pengum, og at hann stuðlar smáum bólkum í londum sum Saudiarabia, Marokko, Indonesia og Kenya.
Irak
Bretski stovnurin sigur, at kríggið í Irak hevur givið al-Qaeda vind í seglini, og júst gongdin í Irak kann fáa avgerandi týdning í framtíðini. IISS skrivar í frágreiðingini, at miseydnast royndin hjá amerikanarunum at demokratisera Irak, verður landið ein sonn marra hjá USA og Vesturheiminum í mong ár frameftir. Eydnast tað harafturímóti at skipa Irak sum eitt demokratiskt land, fer tað at hava góða ávirkan á alt Miðeystur, og tað fer eisini at skerja møguleikarnar hjá al-Qaeda.