Al-Qaeda mælir til álop móti Danmark

PET skrivar í telduposti til TV2, at tey vita um áheitan um álop á Danmark frá al-Qaeda.

 

Hernaðarliga islamistiska netverkið al-Qaeda hevur gjøgnum miðlarás sína, al-Sahab , send út eina fráboðan, har heitt verður á um at leypa á Svøríki og Danmark.

Tað skrivar TV2.

Politiets Efterretningstjeneste (PET) skrivar í telduposti til TV2, at tey vita um áheitanina, og at tey vilja neyvt gongdini.

Boðini koma eftir koranbrenningarnar í Danmark og í Svøríki seinastu tíðina. Brenningarnar hava skap vreiði í muslimska heiminuk.

Tore Refslund Hamming, sum er ph.d. í hernaðarligari islamismu, skrivar um boðini á sosiala miðlinum X.

Sambært honum er yvirskriftin á áheitanini »skyldan til at leypa á stríðshugaðu fólkini«.

Hann skrivar eisini, at tað á tveimum síðum fráboðanini upp á tríggjar síður verður tosað um koranbrenningarnar í Danmark og í Svøríki. Tosað verður um samskipað álop frá Danmark og Svøríki og fólkinum í hesum londum.

Fráboðanin er sambært Hamming send út leygardagin.

Tað hevur ikki eydnast Ritzau at fáa fatur á fráboðanini, sum al-Sahab hevur sent út.

Ekstra Bladet skrivaði í gjár eisini, at PET váttar, at tað verður heitt á fólk um at drepa svensk og donsk sendifólk og sendistovur.

Blaðið skrivar, at áheitanum eftir øllum at døma hevur al-Qaeda sum avsendara, men tað váttar fregnartænastan ikki.

Nær hendan áheitanin, sum Ekstra Blaðið umrøður, er send, skrivar blaðið ikki. Tað er altso ikki grett, um tað er talan um tvær ymsar fráboðanir ella ta somu.

PET upplýsit fyrr í mánaðinum, at koranbrenningarnar hava týdning fyri hóttanina ímóti Danmark. Tí hevur fregnartænasta mælt til skerpað marknaeftirlit.

Teirri áheitanini fylgir Ríkisløgreglan.

Herda marknaeftirlitið var sett í verk 3. august, og 10. august var tað longt til 17. august.

/ritzau/