Albania vann á Pólandi í Tirana

Tað verður eitt pólskt lið við rygginum móti múrinum, ið kemur á Tórsvøll 12. oktober

Í okkara EM-undankappingarbólki, undanbólki E eru tvær stórar sólskinssøgur. Tær eita Albania og Moldova. Vónbrotini eru Póland og Føroyar tá vit hugsa um úrtøkuna.

 

Fyrr í dag taptu Føroyar 0-1 (0-0) fyri Moldova á Tórsvølli. Moldova hevur nú átta stig í bólkinum, meðan vit eru aftast við bert einum stigi.

 

Í kvøld vann Albania ein flottan 2-0 sigur á Pólandi í Tirana. Úrslitið merkir, at Albania er fremst í undanbólki E við 10 stigum.

 

Albania vann 2-0 við málum, ið Jasir Asani og Mirlind Daku skutu. Pólendingar hildu, at Jakub Kiwior hevði lagt teir á odda 1-0 tá 21 minuttir vóru farnir av dystinum, men VAR kolldømdi málið vegna rangstøðu.

 

Albania er fremst í bólkinum við 10 stigum. Kekkia og Moldova hava átta stig. Kekkia hevur betri málúrtøku enn Moldova. Póland er á einum fjórða plássi við seks stigum, og Føroyar eru aftast við einum stigi.

 

Tað er eitt pólskt lið við rygginum móti múrinum, ið fer at spæla á Tórsvølli 12. oktober. Tað verður ein áhugaverd uppgerð, har ein av heimsins fremstu áleyparum í 21. øld, Robert Lewandowski verður á vøllinum.